Ólavsøkukabarettin leverar vøruna

Ummæli: Ólavsøkukabarettin er tann neyðugi ventilurin fyri seinasta árið við nógvum hendingum og eisini koronu-ørkymlan. Kabarettin í ár er eisini ein av teimum frægu, har nakrir táttir eru sera skemtingarsamir

Sigurjón Einarsson
28. juli 2021 kl. 16:05

Eitt samfelag, eitt demokrati hevur gott av, at tað verður viðgjørt og lýst við satiru. Tað hava vit alt ov lítið av í Føroyum, tí er tað so deiliga leskandi, at eitt nú ólavsøkukabarettin tekur samfelagslig evni upp og lýsir tey á satiraskan hátt og eisini vendir teimum á høvdið.

Tann veruliga góða satiran hevur eitt endamál, sum hevur samfelagsligan týdning. Hetta ger kabarettin ein stóran part av teimum umleið 50 minuttunum, sum kabarettin varir. Nakað fer eitt sindur meira yvir til bert at vera undirhald, men tað skal tað eisini vera pláss fyri.

Tann sunna satiran hevur altíð ein brodd uppeftir og ikki niðureftir. Satiran rættir seg ongantíð móti teimum, ið eru veikari og hava minni makt enn tey, ið framføra satiriskt tilfar, men fara eftir teimum, ið hava maktina og fremja neyðuga maktkritikkin. Hetta megnar ólavsøkukabarettin til tíðir heilt væl – kanska serliga við føroysku ferðavinnuni, løgmanni, men eisini hvussu tað politiskt enn verður hugsað ov nógv um kaikantar og berghol, í staðin fyri á tí sosiala økinum, har tað enn haltar nógv.

Í ár er tað Katrin Joensen-Næs, ið stjórnar kabarettini. Hóast hetta er fyrstu ferð, at Katrin Joensen-Næs leikstjórnar kabarettini, er hon als ikki ókend í Sjónleikarhúsinum í hesum samanhangi. Katrin Joensen-Næs hevur sjálv verið leikari til kabarettina undanfarnu árini, tá Andrias Høgenni hevur leikstjórnað.

Umframt at leikstjórna, so spælir Katrin við sjálv eisini við, men ikki nokk við tað. Hon megnar eisini at taka piss upp á seg sjálva í kabarettini, og takk og lov fyri tað, tí einki er so gott sum sjálvironi!

Við nýggja leikstjóranum eru eisini nýggir leikarar, hóast onkur kend andlit eru at síggja millum leikararnar. Elias Magnussen er, eins og í fjør, aftur leikari í ár, og hann kemur sera væl frá sínum leiklutum, har hann á sera livandi hátt framførir sera sannførandi. Hinir leikararnir eru Jenny Svartá Wardum, Edvin Hansson Niclasen og Bjørk Búadóttir Tórgarð á pallin.

Til eina ólavsøkukabarett hoyrir góður tónleikur til, og tað gera Kristian Pauli Eleffsen og Vinjar Egilsnes Petersen eisini sannførandi.

Ljósið var gott, men ljóðið kundi til tíðir verið betri. Tað var eitt sindur torført at hoyra fyrsta sangin, men tað lagaði seg so við og við.

Kabarettin er bæði grov og fúl, men tað er eisini upp á sítt pláss. Til tíðir er hon heilt stuttlig – serliga tá Strandferðslan verður prikað við nokk kendasta filmsbrotinum í nýggjari tíð. Spot on!

Men tað er einar tvær-tríggjar ferðir, har eg hevði torført at finna útav, hvar vit vóru og hvat evnið var, tí tað gekk skjótt – til tíðir eitt sindur ov skjótt fyri “eldra ættarliðið”, men Z-ættarliðið skilir tað nokk.

– OK, boomer!

Ólavsøkukabarettin í ár er ein deiligur ventilur fyri tað, sum er hent hetta seinasta árið, tí tað er veruliga hent nógv seinasta árið.

Satiran er góð og viðhvørt er framførslan hjá teimum leikandi sera sannførandi. Vit merkja satirina – og ikki bert skilja hana.

Og tað er kanska ein miðlaháttur, ið gott kundi verið skrúvaður væl upp fyri í einari ógvuliga álvarsamari tíð, sum tann núverandi, ið vit liva í fyri tíðina.

Sýningarnar til kabarettina restina av ólavsøkuni eru hesar:

28. juli kl. 18.00, kl. 19.30 og kl. 21.00

29. juli kl. 18.00, kl. 19.30 og kl. 21.00

Disclaimer:

Katrin Joensen-Næs arbeiðir sum fríyrkisfólk fyri Dimmalætting, men hetta ummælið er skrivað frítt og uttan nakra ávirkan frá Katrini.