Ólavsøkukabarettin er frálík

Í gjár hevði ársins ólavsøkukabarett frumsýning í Sjónleikarhúsinum. Talan er um eina fjølbroytta kabarett, ið viðgerð alt frá ungum stereotypum og politikkarum til føroyskar reality-luttakarar

Lýsingin av ólavsøkukabarettini hevur íblástur frá eyðkendu myndunum hjá Andy Warhol av Marilyn Monroe.
Kristian Waag Dam
28. juli 2022 kl. 12:00

- Vit eru bara menn, halleluja, kvinnur hopp og renn, amen, sungu sjónleikararnir til ársins ólavsøkukabarett, sum í gjár hevði frumsýning í Sjónleikarhúsinum, meðan áskoðarar bæði flentu og klappaðu í takt við tónleikinum.

Um tú væntar, at undirritaði var vónbrotin aftaná sýningina og veruliga hevur spíska sær blýantin og nú fer at sorla kabarettina sundur og saman, so tekur tú væl virðiliga feil. Tí talan var um eina góða ólavsøkukabarett, men hvat ger eina góða ólavsøkubarett, kann ein so spyrja.

Týdningarmiklasti parturin er óivað satiran, men sum við so nógvum øðrum, so er satira ógvuliga viðkvæmt, tí ein kann lættliga fara yvirum mark. Hóast ársins ólavsøkukabarett ikki fer yvirum mark, so leggur hon heldur ikki fingrarnar ímillum. Hetta sæst millum annað eisini á lýsingini hjá ólavsøkukabarettini.

Hóast lýsingin er av fyrrverandi formanninum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, so er tað Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum má sigast at hava fingið høvuðsleiklutin í ársins ólavsøkukabarett. Í leiklutinum sum Bárður á Steig Nielsen, er Katrin Joensen-Næs, sum eisini leikstjórnar kabarettina.

Manningin í kabarettini í ár er so at siga tann sama, sum manningin í fjør. Katrin Joensen-Næs leikstjórnar, og afturat sær hevur hon Edvin H. Niclasen, Elias Magnussen og Bjørk Búadóttir Tórgarð. Jenny Svartá Wardum er kortini ikki við í ár, men í hennara stað er komin Johanna Roos Slættanes.

Nakað av tí, ið eyðkennir ársins ólavsøkukabarett, eru stuttir, men skemtiligir leikir. Summir av leikunum vara ikki meir enn ein minutt, men hetta órógvar ikki kabarettina í síni heild, tí skiftini millum leikirnar vóru skjótt og flótandi. Hóast eg ikki helt, at skift var ov nógv ímillum leikirnar, so er tað óivað onkur sum kundi hugsað sær, at leikirnir vóru longir.

Tá morgunsendingin hjá Kringvarpinum var framvið í Sjónleikarhúsinum, meðan leikararnir vandu, greiddu leikararnir frá, at leikirnir í ár vóru styttri, tí teirra styrki var ikki at skriva langar leikir við einari góðari "punchline". Hinvegin dugdu tey væl at koma skjótt inná eitt evni, gera tað stuttligt og síðani útdýpa tað. Samanlagt eru áleiðs 20 leikir í kabarettini. Sostatt tekur hvør leikur í miðal tríggjar minuttir. Tað var klókt av teimum at halda seg til teir stuttu leikirnar, tí tað sást aftur á pallinum, at leikararnir vóru í sínum rætta elementi.

Sjónleikararnir vóru ikki einsamallir á pallinum, tí á pallinum var ein minni pallur, har tónleikararnir, Kristian Pauli Ellefsen og Vinjar Egilsnes Petersen, sótu í bakgrundini og leveraðu tónleikin til ymsu leikirnar. Hetta eydnaðist teimum væl. Eisini í fjør stóðu teir báðir fyri tónleikinum. Sjálvt um tónleikurin var góður, so kundi ljóðgóðskan verið betur, tí tað var ójavnt hvussu væl sangurin hoyrdist.

Hóast hæddarpunktini í politikki seinasta árið er reyði tráðurin í kabarettini, so er talan um eina ógvuliga fjølbroytta kabarett, har tað bæði verður dystast og sungið á pallinum. Harafturat kann eg avdúka, at tá sungið varð, luttók Oyn ávísur gestur eisini á pallinum.

Samanborið við undanfarin ár, so viðger kabarettin nógv viðkvom evni, millum annað er málið um fosturtøku á breddanum. Hóast hetta er eitt tungt evni, so verður hetta viðgjørt skemtiligt við sokallaðum “svørtum humori”, ið fyri summi kann tykjast ov dapurt. 

Samanumtikið er talan um eina fjølbroytta, skemtiliga og grova kabarett, ið megnar at viðgera nøkur evni, ið fyri summi kunnu tykjast ov viðkvom. Kabarettin hevur okkurt til ein og hvønn. Ung sum eldri. Ársins ólavsøkukabarett hevur megnað at kóka alt tað, ið er farið fram tað seinasta árið, niður til eina vælsmakkandi suppu, sum vit nú sleppa at njóta á ólavsøku.

Sýningarnar til ólavsøkukabarettina komandi dagarnar eru hesar:

28 juli kl. 18:00 og 20:00

29 juli kl. 18:00 og 20:00

30 juli kl. 20:00

31 juli kl. 20:00