Ruth Winther Poulsen

26.07.2018 10:00

Ein fastur táttur á ólavsøku er ólavsøkukabarettin, sum vanliga verður framførd í Sjónleikarhúsinum í miðbýnum í Havn.

Kabarettin hevur týdning á ólavsøku, tí at hon tekur samanum álvarsemið, sum hevur verið, og ger, at man kann flenna eftir tí, sigur Hanna Flóvinsdóttir, sum framleiðir og leikstjórnar ársins kabarett.

- Fyri nógv fólk er tað traditión at fara til kabarett og hon hoyrir til ólavsøkuna. Uppá tann mátan hevur hon øgiliga stóran týdning. Um man hugsar um sjálvt innihaldið av kabarettini, so hevur tað eisini stóran týdning, at man kann flenna at tí, sum er so absurd og keðiligt. Summi av evnunum eru jú keðilig, tey eru alvorlig, men tá vit so gera gjøldir burturúr teimum, kann man flenna og loysa upp, og tað er okay.

- Ein av leikarunum segði tað, at man mátti reinsa út, tí tað eru so nógv keðilig og tung ting, sum henda. Um man so flennir eftir tí og fær tað úr systeminum, so er kanska pláss til at okkurt annað kann koma næsta ár.

Í ár er tað Havnar Sjónleikarafelag, sum stendur fyri kabarettini. Vanliga leggja tey bara hús til, men eitt avboð gjørdi, at tey máttu traðka til, og tí gjørdist skotbráið at fyrireika kabarettina í ár ógvuliga stutt.

- Kabarettin var blivin bíløgd fyri níggju mánaðum síðani. Tá var onkur, sum hevði áhuga í at seta hana upp, og tí hava vit ikki gjørt nakað við tað, men so mátti viðkomandi melda avboð, og tí máttu vit í skundi finna uppá okkurt annað, sigur Hanna Flóvinsdóttir.

Seks sjónleikarir verða við í ár umframt ein klaverleikara. Sjónleikararnir eru ungir leikarir, sum ganga á sjónleikaradeildini hjá kvøldskúlanum. Tey hava fyrr verið at sæð í ymiskum, men tað er fyrstu ferð, at tey gera nakað av hesum slag.

Av tí at tað nú varð Havnar Sjónleikarafelag, sum skuldi seta kabarettina upp, hava tey fingið hjálp frá Ludda Laksafoss við at skriva beinagrindina í kabarettini og hjálp við at koma í gongd.

- Vit settu okkum í samband við Ludda Laksafoss og spurdu, um hann kundi hjálpa okkum við at skriva. So góvu vit honum nøkur evnir, vit brainstormaðu um hvat er hent í árinum, sum er farið og tóku nøkur evnir upp, sum vit hildu vera viðkomandi at gera sketsjir burturúr. So skrivaði Luddi okkurt, og vit hava gjørt sketsjir úr tí. Aftaná at leikararnir eru komnir við, hava teir eisini hjálpt til við at skriva sangteksir og vit hava hjálpst við at gera sketsjirnar, leggur hon afturat.

Hanna Flóvinsdóttir vil ikki avdúka, hvørji prik verða við í ár, men hon sigur, at sumt er upplagt at taka við.

- Man veit, at tað hevur verið ymiskt við Johnny og Liljuni, og tað hevur verið okkurt við Bjarna Hammer. So tað er nógv, sum er øgiliga upplagt, sum man má taka við.

- Av tí at leikararnir eru so ungir, so hava vit eisini stílmessiga gjørt hana sum nakað stuttligt. Vit hava gjørt nakrar sketsjir, sum ikki snúgva seg um nakað ávíst, men sum bara eru stuttligar støður og til at flenna at. Tað behøvast ikki endiliga at vera nøkur fólk, sum vit kenna allatíð. Tó er tað eisini nógv, sum man hevur referencepunkt til.