Ólavsøkudag eigur B68 heimavøll á Tórsvølli

Nú er tað greitt, at B68 og NSÍ ólavsøkudag fara at spæla landskappingardyst

Jóannes Hansen
14. juli 2024 kl. 19:52

Tað hevur ljóðað í eina tíð, og nú er tað veruleiki. Lokaluppgerðin millum B68 og NSÍ, sum upprunaliga var ásett at vera á Svangaskarði fríggjakvøldið 2. august klokkan 18.30, er flutt.

Dysturin er fluttur til at vera á ólavsøku. Tað verður ólavsøkudag klokkan 17, at B68 eigur heimavøll á Tórsvølli ímóti NSÍ.

Fyrsta grannauppgerðin var á Svangaskarði. Tað var 4. mai og í 8. umfari, tá ið NSÍ vann 2-1. Bartal Páll Klein legði B68 á odda í 14. minutti, og heimaleiðslan helt inntil í 82. minutti. Tá koppaði alt á høvdið. Innskifti Búi Egilsson javnaði til 1-1, og stóripinnur hevði verið meiri enn fýra ferðir eykað runt, tá ið innskifti Dion Splidt skoraði 2-1 NSÍ sigursmálið.

NSÍ er á fjórða plássi við 28 stigum, og B68 er á áttanda plássi við 11 stigum.