Samrøða við Bjarna Djurholm í seinasta blaðnum hjá Dimmalætting, ið fæst til keyps í handlunum:
Fyrstu ferð eg var á ólavsøku var í 1970. Tá var koyrandi millum Kollafjarðar og Havnina. Var tá stórur smádrongur, og slapp eg at síggja kappróðurin í góðveðrinum inn á Vestaru Vág. So var farið ein túr í býin, áðrenn leiðin aftur lá norður eftir oyggj.
Síðani hevur ólavsøkan verið hon, sum bíðað hevur verið eftir við gleði.
Øll mongu árini sum løgtings- og landstýrismaður var ólavsøkan nakað serligt. Hátíðarløtan ólavsøkumorgun, tá gingið verður skrúðgonga úr Løgtinginum í Dómkirkjuna, har andaligu og verðsligu veldini taka lógvatak, er serstakt og hátíðarligt, og er okkum øllum til sóma.
Úr Dómkirkjuni og so niðan á Tinghúsvøllin til siðbundnu og framúr hátíðarligu løtuna og so at enda, tá Løgtingið verður sett og løgmaður heldur løgmansrøðuna, eru alt samanlagt tað besta, ið eyðmerkir okkum sum sambundna játtandi og verðslig tjóð.
Øll árini, meðan verforeldrini vóru uppi á døgum, var fastur táttur at Eydna, børnini og eg aftaná tingfundin vóru til framúr døgurða heima hjá teimum. Nakað, sum eg minnist við sorgblídni.
Í mong ár var eg eisini lutaseðla seljari uppi í KFUM seinnapartin ólavsøkudag. Hetta var sera hugnaligt.
Uttan at taka nakra ólavsøku framum, so minnist eg serliga ólavsøkuna í 2002, tá Løgtingið hátíðarhelt 150 ára endurstovnanina av Løgtinginum, har útlendskir gestir eisini vóru bodnir við.
Ting- og landsstýrsifólk við makum og embætisfólkum og útlendsku gestirnir vóru eisini boðin til hátíðarligan døgurða. Eitt serstakliga hábærsligt og væleydnað hátíðarhald.
Veðrið var so framúr henda ólavsøkudagin, og tað gav eisini gestunum eina serstaka uppliving.
Mangan verður hildið fyri, at veðrið er avgerandi fyri, hvussu stevnur og hátíðarhald hepnast, tað vita flestu eisini av royndum.
Soleiðis eisini við ólavsøkunum, sum eisini hava havt umskiftiligt veður. Á ólavsøku í fjør var ólavsøkuveðrið serstakliga vátt. Tað regnaði alsamt og inn ímillum illa báðar dagarnar, so tað var lítið hugaligt at vera uttandura.
Mín vón er, at í ár verður øðrvísi. Tað hava allir ólavsøkugestirnir og ikki minst fyrireikararnir uppiborið.
Góða ólavsøku.