Ólavsøkan er nógv broytt

- Tað var als ikki óvanligt, at síggja ein fullan mann avdotnan á alljósum degi. Brotnu Vodka og øl fløskurnar á vegnum, vóru heldur ikki so fáar. Tíbetur er hetta broytt, sigur Elin í Stórustovu

Ragnar Sjúrðarson
27. juli 2024 kl. 23:00

Samrøða við Elin í Stórustovu úr seinasta blaðnum hjá Dimmalætting, ið fæst til keyps í handlunum:

Mítt fyrsta ólavsøkuminni er frá fyrst/mitt í 80´unum. Eg og babba gingu runt í Kommunuskúlagarðinum, sooman í býin og aftur í Kommunuskúlan. Tá var Kommunuskúlagarðurin tað heilt stóra. hann var á tremur við básum og fólki, og har var onki tombola, sum vit ikki royndu – so tað hevur verið nakað dýrt fyri babba.

Nógv var annarleiðis tá. Eitt nú var rúsdrekkamentanin ein heilt onnur. Tað var als ikki óvanligt, at síggja ein fullan mann avdotnan á alljósum degi. Brotnu Vodka og øl fløskurnar á vegnum, vóru heldur ikki so fáar.Tíbetur er hetta broytt.

Eitt sum eisini er broytt, er undirtøkan fyri føroyskum klæðum. Eg haldi meg ikki hava nakað barnaminni av føroyskum klæðum. Mamma arbeiddi í Sjónvarpi Føroya, sum tá var nýtt, og tey sendu beinleiðis ólavsøku-sjónvarp av Vaglinum. Tá vit gingu framvið, vinkaði eg til mammu og so víðari at royna eydnuna við tombola.

Vit vunnu einaferð eina ómetaliga fitta og snilda lítla apu, sum eg beinaveg varð glað fyri. Tá vit komu heim,varnaðust vit, at apan var vekk. Vit gingu allan vegin oman aftur í býin, somu leið sum vit høvdu gingið áðrenn, fyri at finna hesa vælsignaðu apu, men funnu hana ikki. Stóra avbjóðingin var, at nú var við at verða myrkt úti, og hetta hóvaði mær illa. Myrkrið og fleiri ávirkað og harðmælt fólk. Tá ræddi um at koma heim, og taðongantíð ov skjótt. Eg kann smíla eftir hesum nú, men skal viðganga, at soleiðis havi eg tað framvegis tann dag í dag. Eg fari framvegis heim, tá myrkrið og ballið tekur yvir, og havi eg gjørt tað hvørja einastu ólavsøku, við nøkrum undantøkum í 90´unum.

Góða ólavsøku!