OL: Sverri í hálvfinaluni

Føroyski OL-rógvarin streyk avstað og endaði langt fremstur í fjórðingsfinaluni í nátt. Hálvfinalan er júst flutt vegna veður til 29. juli.

Katrin Erlendsdóttir
25. juli 2021 kl. 07:38

OL í Tokyo: Sverri Sandberg Nielsen byrjaði róðurin í fjórðingsfinaluni sum eitt ódnarveður og legði seg beinanvegin fram um kappingarneytar sínar. Róðurin var annars framskundaður ein dag, men tað sá avgjørt ikki út til at hava ávirkað sterka miðvingin.

Komin hálva leið, var hann 3,47 sekund frammanfyri russaran Aleksander Vyazovkin. Soleiðis helt hann fram og róði seg um málstrikuna heili 7,13 sekund frammanfyri kanadiska Trevor Jones og 9,52 sekund frammanfyri russiska rógvaran. Ein sannførandi róður hjá Sverra Sandberg Nielsen, sum nú skal fyrireika seg til hálvfinaluróðurin. Hann er júst fluttur frá 28. til 29. juli vegna veður. Veðrið hevur ávirkað nakað hesar seinastu dagarnar í Tokyo, har OL er, soleiðis at fleiri róðrar eru fluttir.