Eftir at hava vunnið 4-0 á San Marino í fyrsta umfari, var mótstøðan ein heilt onnur hjá føroyska landsliðnum í øðrum umfari á talvolympiaduni í India í gjár. Fýra sterkir stórmeistarar úr Usbekistan bíðaðu.
Á fyrsta borði sat sjálvur heimsmeistarin í kviktalvi, Nodirbek Abdusattorov. Tríggir av telvarunum lógu væl omanfyri 2600 í rating. Usbekistan er styrkismett nummar fjúrtan av teimum 188 liðunum í kappingini.
- Ivan Sokolov virkar nú sum venjari hjá talvkáta landinum við teimum 35 milliónum fólkunum. Fyrrverandi venjarin hjá Havnar Telvingarfelag læt heilsa sínum gomlum vinum í Føroyum, men eftir tað var eingin miskunn. Hann hevði fyrireikað sínar menn væl til dagsins dyst, tí allir útintu greiða favorittleiklutin á øllum fýra borðunum, skrivar Talvsamband Føroya á heimasíðu síni.
- Á ovaru borðunum vórðu okkara menn náðileyst revsaðir fyri hendinga óneyvar leikir tíðliga í talvinum. Eftir tað stóð støðan ikki til at bjarga. Øðrvísi var á aftaru borðunum. Rógvi Egilstoft telvaði væl og hevði eitt skifti greiðan fyrimun – teldan roknaði fyrimunin til 1,8 – men hann fann ikki besta framhaldið og misti tráðin. John Rødgaard stóð eisini væl. Hann hevði eitt spennandi talv, og við sínum eyðkenda, trygga grundspæli tóktist hann hava fult tamarhald á støðuni. Men tá ið góðir fimm tímar vórðu farnir, og teir nærkaðust teimum 70 leikunum, var møðin kanska farin at merkjast, hann fann ikki bestu leikirnar, og tá var brátt tap í hendi. Soleiðis lýsir Talvsambandið gongdina.
4-0 tapið í gjár verður mett sum eitt lítið vónbrot, tí Føroyar høvdu støður til betri úrslit.
Í dag telva Føroyar móti Puerto Rico, har góðar tríggjar milliónir fólk búgva.
Føroyskir telvarar hava sjey ferðir áður møtt Puerto Rico á talvolympiadum, men nú eru fleiri ár síðan seinast.
Í øllum dystunum hevur tað gingið javnt á, men Føroyar hava ongantíð vunnið á Puerto Rico. Tríggir dystir eru endaðir javnir, men fýra ferðir hava vit tapt tepurt.
Í dag er sær øðrvísi út, tí Føroyar eru styrkismettar væl hægri enn Puerto Rico og áttu tí at havt góðar møguleikar.
16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol fær sín olympiska elddóp í dag. Hann loysir John Rødgaard av á fjórða borði.