Økt starvsfólkatal í 2023 í mun til 2022

Groaqua hevði meira enn 10 miljónir krónur í avlopi í fjør

Árni Gregersen
4. mars 2024 kl. 21:00

Groaqua er tað, sum fyrr æt JT Electric og heldur til í Kambsdali.

Felagið arbeiðir í stóran mun við elektriskum og elekroniskum loysnum til alivinnuna í Føroyum og í grannalondunum.

Starvsfólkatalið vaks úr 30 til 39 frá 2022 til 2023. Fyritøkan hevði góðar 10 miljónir krónur í avlopi í fjør. Felagið hevur deildir í Pollandi, Skotlandi og í Føroyum.

Útlendska virksemið er stórur partur av arbeiðnum og tað vaks eisini nógv frá 2022 til 2023. Frá at vera 61 prosent av samlaðu søluni í 2022, var útlendski parturin 78 prosent av samlaðu søluni í fjør.

Groaqua ger eisini fóðurflakar til alivinnuna og fleiri av stóru verkætlanunum verða gjørdar hjá deildini í Pollandi.

Í januar í ár keypti fyritøkan eisini norska felagið Havida, sum er veitiari av fleiri tænastum til norsku alivinnuna.

Suni Justinussen er stjóri í Groaqua og tað er Tjaldur sum gjøgnum Skrínið eigur Groaqua.