Oksakjøt dálkar átta ferðir meira enn høsnarungi

Oksakjøt - reytt kjøt frá kúm, kálvum og tjórneytum - er stóri syndarin í køliskápinum, tá talan er um dálking, tað skrivar...

Elisa Vang
24. februar 2018 kl. 12:02

Oksakjøt - reytt kjøt frá kúm, kálvum og tjórneytum - er stóri syndarin í køliskápinum, tá talan er um dálking, tað skrivar forskning.no á heimasíðu sína. 

Vit kunnu eta høsnarunga ella laks til døgurða í eina heila viku, áðrenn ávirkanin á umhvørvið verður eins stór og ein einstakur døgurði við oksakjøti.

Hóast nógv okkara ikki vilja verða vegetarar, er nógv, vit kunnu broyta í gerandisdegnum, um vit ynskja, at okkara innkeyp skal verða meira umhvørvisvinarligt.

Visti tú til dømis, at framleiðslan av 44 grammum av oksakjøti hevur somu ávirkan á veðurlagið, sum framleiðslan av heili 50 leykum?

Nógv ynskja at verða meira umhvørvisvinarlig í gerandisdegnum. Flest øll eru greið yvir, at tað at minka um koyringina, ikki flúgva so ofta og at brúka minni streym eru átøk, ið muna nógv. Men tey fæstu vita, at valini, vit taka í handlunum eisini hevur ávirkan á umhvørvið.

Australsku granskararnir, Enda Crossin og Karli Veerghese frá Royal Melbourne Institute of Technology, og bretski granskarin, Stephen Clune frá Lancaster University, hava nú savnað úrslitini frá í alt 369 kanningum, sum allar hava kannað gassútlát, ið stendst av í alt 168 matvørum.

Tey fóru í holt við kanningina við tí fyri eyga, at gera tað lættari hjá tær og mær at fáa greiðu á, hvussu nógv okkara val av matvørum hevur at siga fyri umhvørvið.

Útlátið stavar frá kunsttøðsframleiðsluni; brennievninum, ið traktorarnar brúka; flutninginum; niðurfrystingini.

Haraftrat verður gassútlát frá djórum, plantum og jørðini talt uppí. Men útlát frá handlunum, og tilgerð av matinum heima, er ikki við í metingini. 

"Stórur munur er á útlátinum frá ymsu kjøtsløgunum", váttar Bob van Oort, granskari á granskingarstovninum Cicero.

"Svínakjøt hevur munandi minni ávirkan enn oksakjøt, og høsnarungi og laksur hava enn minni ávirkan. Grønmeti og frukt, ið eru velt úti hava minstu ávirkanina."

Bob van Oort vísir til gransking, ið váttar, at nógv okkara meta tað vera lutfalsliga lætt at broyta matvanar - lættari enn at skula vera uttan bil eitt vikuskifti ella at vraka flogferðina.

"Velur tú annað kjøtslag, enn júst oksakjøt, hevur tú longu gjørt umhvørvinum eina stóra tænastu."

Van Oort minnir tó á, at við at minka um koyringina og færri flogferðir eru átøk, ið hava enn betri árin á umhvørvið, enn at minka um nýstluna av oksakjøti, skrivar forskning.no.

 Lesið meira HER