Ókoppsett nógv yvirumboðað millum tey innløgdu

Feskastu tølini frá ríkissjúkrahúsinum vísa, at hóast tað ikki eru nógv ókoppsett eftir millum tey vaksnu, so eru tey ókoppsettu nógv yvirumboðað millum tey, ið verða innløgd fyri koronu

Steinar Patursson
10. desember 2021 kl. 13:50

Nýggj tøl frá Ríkissjúkrahúsinum vísa, at tey ókoppsettu eru ein lutfalsliga stóru bólkur av teimum, ið verða so sjúk av koronu, at tey hava tørv á at verða innløgd.

Ríkissjúkrahúsið skrivar á heimasíðuni, at hóast tey ókoppsettu eftirhondini eru ein øgiliga lítil partur av vaksna fólkinum í Danmark, telja tey fyri meira enn helvtina av teimum, sum liggja á intensivu deild.

Tølini eru almannakunngjørd í Dansk Intensiv COVID-19 rapport, sum er gjørd av Regionernes Kliniske Kvalitetsudviklingsprogram.

Tølini vísa, at tilsamans 113 sjúklingar vórðu innlagdir á intensivu deild í november mánaði, og data um koppseting fekst til vega av 76 teirra. Og koppsetingardataið vísir, at 57 prosent av teimum vóru ókoppsett.

- Tað er greitt, at tann relativt lítli bólkurin av danskarum, sum ikki eru koppsettir móti Covid-19, fylla lutfalsliga nógv millum tey innløgdu á intensivu deild. Tað er púra greitt, at koppsetingarnar verja móti álvarsamari Covid-sjúku, sigur Nicolai Haasa, yvirlækni á Ríkissjúkrahúsinum, sum er ein teirra, ið hevur latið úr hondum frágreiðingina.

Frágreiðingin vísir eisini, at talið á sjúklingum á intensivu deild er lægri, enn tað var í februar mánaði. Fyrsta februar vóru 91 sjúklingar á intensivu deild, meðan tað talið 6. desember var 67. Hinvegin vísir frágreiðingin, at trýstið á intensivu deild er størri, en tað var í februar.

6. desember vóru bert 10 tøk pláss á intensivu deild, meðan tað í tíðarskeiðnum 1. februar til 21. juni vóru í miðal 77 tøk pláss á intensivu deild á sjúkrahúsunum í landinum.

- Vit hava ikki tann kapasitetin á intensiva økinum, sum vit gjarna vilja hava. Tí vit mangla starvsfólk, sigur Rasmus Møgelvang, varastjóri á Ríkissjúkrahúsinum, við heimasíðuna.