Okkum fattast orð eftir sigurin ímóti sponsku europameistarunum

U-21 HM: Føroyar eru eftir sigur ímóti Spania væl fyri at fara undir miðumfarið, har heimavøllurin verður í Hannover

Ísak Vedesbøl var sera stinnur í verjuni og sannførandi, tá ið hann royndi seg av strikuni. Myndir HSF
Jóannes Hansen
23. juni 2023 kl. 20:58

Í morgin fer føroyska ferðalagið í Magdeburg at flyta. Nú er millumumfarið á skrá, og tá fara Spania og Føroyar at spæla í Hannover, har mótstøðuliðini vera Brasil og Portugal.

Við sigri ímóti Spania í kvøld hava Føroyar tvey stig í viðførinum í morgin, meðan Spania einki stig fer at hava í sínum viðføri. Tvey tey bestu í miðumfarinum fara at vinna seg í hálvfinaluna. Teir báðir dystirnir vera sunnudagin og mánadagin. At Føroyar í kvøld vunnu ímóti Spania kann fara at hava við sær, at tað hjá Føroyum verður nóg mikið at vinna annan dystin í miðumfarinum fyri at vinna seg í hálvfinaluna, men nú fæst at síggja, hvussu tað verður við tí. Tað valdast eisini, hvussu tað verður í innanhýsis dystunum millum hini liðini. Umframt Føroyar hevur Portugal tvey stig, nú tað verður farið undir miðumfarið. Í kvøld vann Portugal 27 – 19  ímóti Brasil.

Spania er europameistari, og tá ið Føroyar í kvøld eftir 21 – 10 í fyrra hálvleiki vunnu 34 – 31 ímóti Spania, so fattast okkum í fyrsta lagi orð, tá ið tað skal greiðast frá og lýsast, hvat tað er, sum ger, at Føroyar kunnu vinna ímóti spanska hondbóltsrisanum.

Undan dystinum varð tosað um, at Føroyar fóru at spara lyklaspælarar ímóti sponsku stórfavorittunum, so føroysku spælararnir fóru at vera væl fyri ímóti Brasil og Portugal.

Men soleiðis hugsa teir ikki í føroyska hópinum í Magdeburg. Hjá venjarum og spælarum snýr tað seg bara um at hava fokus á møguleikanum at vinna – hvørja ferð.

Soleiðis var tað eisini í kvøld. Føroyar løgdu seg beinanvegin á odda. Tá ið 20 minuttir vóru farnir, var støðan 17 – 6, tá ið 25 minuttir vóru farnir var støðan 19 – 10, og tá ið tað var hálvleikt, var støðan 21 – 10. Tá ið 40 minuttir vóru farnir, var støðan 28 – 17.

So vendi tað. Spaniumenn togaðu seg alt nærri, og eina løtu var fjáltur á føroysku spælarunum. Álopsspælið riggaði betur, enn tað hevði gjørt. Verjan var væl stinngari, enn hon hevði verið, og føroysku spælararnir, sum høvdu verið tryggir og eirindarleysir, tá ið teir vóru leysir, vóru ikki so tryggir, men tí betur spældi tað væl av, og eftir síðsta bríksl stórfegnaðust okkara um størsta avrik í føroyskum hondbólti yvirhøvur, meðan spaniumenn hingu við høvdinum.

Men tá ið litið verður aftur á henda sigurin og avrikið – serliga í fyrra hálvleiki – so er skoðsmálið hetta:

Verjuspælið við Paula Mittún, Ísaki Vedesbøl og Sveinur Olafsson sum krumptappi var á væl hægri støði, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar, og tað bar aftur við sær, at Pauli Jacobsen var heilt framúr í málinum. Og so var álopsspælið fyrstu 40 minuttirnar av sovornum slagi, at tað ber ikki til í orðum at lýsa tað.

Sjálvsálitið var í topp, og sjey ímóti seks spælið riggaði fantastiska væl. Stóra orsøkin fyri tí var, at Elias Ellefsen á Skipagøtu avrikaði soleiðis, sum eingin hevur gjørt í hesi kappingini, og sum tað ber illa til at ímynda sær, at tað skal bera til. Hákun West av Teigum skoraði fleiri ferðir eftir neyv útkast frá Paula Jacobsen, Pauli Mittún var stinnur í gjøgnumbrotum, Rói Ellefsen á Skipagøtu spældi sum royndur veteranur, og Ísak Vedesbøl var sera tryggur á strikuni.

Og so eru tað allir hinir, sum vóru við til  at bera liðið fram. At vinna so stóran sigur ímóti Spania í HM endaspæli man vera eitt tað størsta føroyska ítróttaravrik yvirhøvur.

Spania – Føroyar 31 – 34 (10 – 21)

Føroyar: Hákun West av Teigum 8, Ísak Vedesbøl 8, Elias Ellefsen á Skipagøtu 7, Rói Ellefsen á Skipagøtu 5, Pauli Mittún 3, Pauli Høj 1, Bjarni í Selvindi 1, Sveinur Olagsson 1, Janus Dam Djurhuus, Kristoffur Bjørgvin, Ovi Lútzen, Brian Slyne, Bogi Hansen, Kristian Jensen

Málverjar: Pauli Jacobsen 19/48 39,5% og Aleksandar Lacok 1/1 100%

Dystargongdin:

5 min. 2-4

10 min. 3-10

15 min. 4-13

20 min. 6-17

25 min. 9-19

30 min. 10-21

35 min. 13-24

40 min. 17-28

45 min. 20-30

50 min. 25-31

55 min. 29-33

60 min. 31-34