Okkara Voxbotn Cider komin á marknaðin

Í sambandi við stóra tónleikatiltakið Okkara Voxbotn 2018, sum verður í Vágsbotni í summar, hevur Okkara saman við Voxbotn...

Innsent
8. februar 2018 kl. 15:30

Í sambandi við stóra tónleikatiltakið Okkara Voxbotn 2018, sum verður í Vágsbotni í summar, hevur Okkara saman við Voxbotn framleitt eina heilt serstaka nýggja cider, sum nú er komin á marknaðin.

Okkara og Voxbotn skrivaðu í fjør undir eina fimm ára samstarvsavtalu, sum inniber, at tað verða drykkjuvørur frá bryggjarínum á Velbastað, sum verða at fáa til keyps á komandi Voxbotn tiltøkunum. Í sambandi við avtaluna hevur Okkara saman við Voxbotn framleitt eina serstaka cider, sum nú fæst til keyps.

Okkara Voxbotn Cider er ein leskiligur rabarbu- og perudrykkur. Frískligi smakkurin og serligi liturin ger Okkara Voxbotn Cider sera væl egnaðan til hugnaløtur saman við vinum, stuttligt veitslulag ella tá tú skalt á Okkara Voxbotn í summar. Styrkin er 4,6% og hon fæst í 33 cl. dós.

Tað hevur verið arbeitt við Okkara Voxbotn Cider í eina tíð, har leita hevur verið eftir rætta smakkinum. Hugskotið var at finna tann serføroyska rabarbusmakkin blandaðan við perusmakki. Hetta má nokk sigast at hava eydnast, tí fólk hava latið sera væl at, tá drykkurin hevur verið til royndarsmakking.

Okkara Voxbotn Cider fæst til keyps í Rúsuni og á sølustøðunum hjá Okkara. Hon verður eisini at fáa á ymiskum mat- og skonkistøðum.