Í hesum døgum eru nógv vaskifólk í verkfalli, sum hvønn dag leggja nógv fyri, so eitt ótal av stovnum, skúlum, sjúkrahús o.o. kunnu loysa umráðandi samfelagsligar uppgávur. Vaskifólk eru millum tey mongu verkfólkini, sum nú siga, at nokk er nokk! Nú er tað okkara túrur at fáa eina lønarhækkan sum munar.
Okkara kvinnur eru ikki altíð tær mest sjónligu, men tær gera sítt arbeiði til lítar. Eru tær ikki til arbeiðis, so steðgar alt upp. Hetta síggja vit í dag, og tí skulu vit eisini viðurkenna teirra stóra íkast, og geva teimum ordiliga løn.
Verkfallið snýr seg um at viðurkenna, at verkfólk eiga sín stóra lut í framburðinum og yvirskotunum vit síggja í vinnuni, og tí er tað mín vón og áheitan, um at vísa hesa viðurkenning í verki, og geva eina lønarhækkan, sum munar bæði hjá vaskikonuni og verkafólkum sum heild.
Vit vita øll, at tað snýr seg ikki um vinnan hevur ráð at geva eina lønarhækkan, tí tað vita øll, at hon hevur. Hetta snýr seg nógv meira um vinnan er sinnað at lata eina ordiliga løn til tey, sum hvønn dag leggja nógv fyri á arbeiðsplássum kring alt landi. Vit eru við til at skapa virðini, og nú skulu vit hava okkara part.
Eg dugi illa at ímynda mær, at nakar kann rættvísgera, at eitt vaskifólk ikki hevur uppborið eina ordiliga lønarhækkan. Tað hevur hon, og tað er fyri henni og øðrum verkafólkum, at vit í dag stríðast og eru í verkfalli.
Okkara partur liggur ongantíð eftir, og tí skulu vit hava ordliga løn.
Jastrid Wolles Niclasen,
forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag