Okkara børn eru okkara gull, og einki annað enn góðar umstøður, góð námsfrøðilig
vitan og heitar hendur kunnu góðtakast.
Vit hava til alla eydnu sera dugnaligar námsfrøðingar og hjálparfólk rundan um
okkara børn. Tó mugu arbeiðsumstøðurnar kring hesi fólk eisini vera góðar. Uttan
hetta verður trupult at halda fólki til og at tryggja barnsins besta.
- Vit skulu tryggja, at umstøðurnar á okkara stovnum eru góðar
- Vit skulu tryggja, at normeringin er nóg góð
- Um tørvur er á sertímum til eitt barn, so skulu nóg nógvir tímar verða játtaðir
- Tá ið skifti er frá vøggustovu til barnagarð, eigur tað at vera ein skiftistíð við
eyka hondum
- Námsfrøðingar á dagstovnaøkinum skulu hava møguleika at mennast við
góðum skeiðs/útbúgvingarmøguleikum
- Vit skulu halda áfram við at bjóða hjálparfólkum eina námsfrøðiliga útbúgving
Okkara børn eru framtíðin, og ein sjálvfylgja fyri, at okkara børn mennast og trívast,
er, at vit geva teimum góðar umstøður. Gransking vísir eisini á, at barnaárini hava
størsta týdning fyri, hvussu vit mennast og roynast á okkara lívsleið.
Við at tryggja, at námsfrøðingar og hjálparfólk hava møguleikan at mennast og altíð
hava nýggjastu vitanina og góðar arbeiðsumstøður, tryggja vit besta gróðrarbotnin
fyri okkara børn, umframt góðan trivnað fyri okkara námsfrøðingar og hjálparfólk.
Við javnaðarkvøðu
John av Reyni
Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu