Nú er tíð uppá at raðfesta okkara gull: Børnini. Børnini eru meira verd enn betong. Vit kunnu ikki longur sita hendur í favn og onki gera. Havi nú vitja onkrar stovnar og tosað við fólk, sum arbeiða á økinum. Eg hoyri teirra neyðarróp. Tey hava rópt leingi, men uttan at nakað hendir. Ongin lurtar eftir starvsfólkunum, tá tey siga frá um trupulleikarnar, og hettar er snøgt sagt ov vánaligt.
Vit eiga fantastisk fólk á økinum, sum dagliga ansa og menna okkara børn. Nú er tíð at starvsfólkini verða hoyrd og vird. Trívast okkara starvsfólk, tess betri trivnaður verður á stovninum.
Eg ætli mær at gera okkurt við hetta, og ikki bara lata standa til. Her má broyting í, og hava vit í fólkaklokkinum meldað greitt út, at vit ynskja trivnað fyri familjuna. Børnini skulu hava eina góða byrjan uppá lívið, og tað skal ikki sparast uppá hettar økið. Børnini eru okkara gull, og tey skulu raðfestast, soleiðis at tey hava eina byrjan uppá lívið.
Vit raðfesta børnini og starvsfólkini, og nú skal skil fáast á økið. Tórshavn skal verða besta kommuna hjá børnum at vaksa upp í. Hetta eigur at vera okkara fremsta mál.
So far á val, og vel ein sterkan Fólkaflokk í býráðið, tí vit veruliga raðfesta børnini. Nú skal skil fáast á økið.
Hugsi um okkara gull; børnini skulu trívast í okkara kommunu, og vit skulu verða besta kommuna at búgva í.
Vel eina eldsál, vel Dánial Hansen
Valevni fyri Fólkaflokkin.