OKKARA GOMLU SKULU HAVA BESTU SØMDIR Í TÓRSHAVNAR KOMMUNU

Tað verdur oftani sagt, at tað er bara uppundir býraðsval at nakar hugsar um okkara pensionistar. Soleiðis eigur tað sjálvsagt ikki at verða. Nei, tvørturímóti, vit skulu heldur í øllum lívsins viðurskiftum viðgerða okkara gomlu við størstu virðing og takksemið

Birgir Nielsen
6. november 2020 kl. 10:24

Tað er onki at ivast í, at okkara eldri borgarar, sum hava havt eitt langt og ríkt lív, veruliga hava lagt lunnar undir okkara vælferðarsamfelag, sum vit øll í dag njóta gott av.  Tí eiga vit at gera alt tað sum stendur í okkara makt, at okkara pensionistar, bæði tey sum í dag eru væl fyri, eins og tey sum á einhvønn hátt hava tørv á røkt, fáa so góð og fjølbroytt tilboð frá Tórshavnar kommunu sum gjørligt.

Nógv er gott í eldrarøktini hjá Tórshavnar kommunu. Ongin ivi er um tað. Men tað eru altíð nøkur viðurskifti, sum vit eiga at gerða betur fyri okkara gomlu. Eg skal nevna nøkur av hesum, sum eg greitt haldi at Tórshavnar býráð eigur at betra ella at seta í verk skjótast møguligt.

Fleiri eldraíbúðir:

Nógvir borgarar sum t.d. eru í 60´unum høvdu ynskt sær møguleika at keypt ella leiga minni eldraibúðir í staðin fyri teirra sethús.  Slíkar eldraíbúðir skuldu í framtíðini verið bygdar tætt við røktarheim, soleiðis at fleiri av okkara gomlu í so stóran mun sum gjørligt kundu verið heima hjá sær sjálvum og allíkavæl fingið ávísar tænastur frá røktarheimi, um hetta í framtíðini gerst neyðugt. Tórshavnar kommuna eigur eftir mínum tykki at betra um karmarnar, soleiðis at slíkar eldraíbúðir kunnu byggjast av privatum ella við samstarvi millum kommunu og privatar íleggjarar.  Onkrar slíkar ætlanir eru í gongd í løtuni og er tað at frøðast um.

Fleiri kommunal tilboð til okkara gomlu:

Vit eiga at bjóða enn fleiri tilboð til okkara gomlu, sum eru væl fyri. Nevnast kann t.d. áhugaverd ítriv av ymsum slagi, neyðugar likamsvenjingar, fjølbroytt sosial- og og mentanarlig tilboð osv. Eisini eiga teir eldri borgarar sum hava skerdar rørsluførleikar at fáa enn betur aktivitetstilboð. Á hendan hátt kundi lívsgóðskan hjá okkara gomlu í Tórshavnar kommunu kunna blivið enn betri.

Hægri normering og játtan til eldraøkið:

Tað er ein staðfesting, at eldraøkið, t.e. røktarheim, ellisheim og heimahjálpin eru undir stórum trýsti í løtuni, har daglidagurin er sera hektiskur og starvsfólki følir seg bert at hava stundir til tað mest neyðturviliga, og at stundir ikki í nóg stóran mun er til at verða nóg nógv um tey eldru. Hetta er ikki gott nokk.

Tí eiga vit at fáa gjørt eina nágreiniliga eftirmeting, har ið allir partar í røktini verða hoyrdir.  Ein slík eftirmeting skal kunna svara alneyðugum spurningum hvussu eldraøkið í Tórshavnar kommunu veruliga kann betrast og mennast komandi árini, bæði til frama fyri starvsfólk, búfólk og tey avvarandi.

Tað er ongin ivi um, at Tórshavnar kommuna má játta meira pening til eldraøkið, fyri at lyfta økið uppá eitt hægri og nøktandi góðsku og trivnaðarstøði.

Eg vil arbeiða miðvíst fyri at betra verður um eldraøkið í Tórshavnar kommunu. Harumframt at framtíðar tilboð til okkara gomlu verða á einum slíkum støði, sum tað sømir seg størstu kommunu í landinum.

Birgir Nielsen

Valevni á lista A til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu