Tað er so stutt síðan, at Annika Hoydal ríkaði okkum við dygdarverkinum "Endurljós". Tá fylti hon 70. Sama ár varð hon heiðrað við Mentanarvirðisløn Landsins fyri sangskattin, ið hon hevur latið okkum. Og árið eftir var Ársins Tónleikaheiður latin henni á árliga FMA-tiltakinum í Norðurlandahúsinum. Og nú er aftur rundur føðingardagur. Í dag 19. november fyllir Annika 75. Og tað kann ikki fara ónevnt afturvið borðinum.
Annika er so mangt. Hon er røddin og andlitið á einum nýggjum ættarliði av føroyskum kvinnum. Hon breyt upp úr nýggjum og flutti listalig mørk. Hon gekk nýggjar leiðir, hon fekk okkum at lurta og síggja - og sanna - at hon kom sum kallað. Føroyar høvdu brúk fyri einari Anniku Hoydal. Og hon sveik ikki álitið.
Annika er heimsborgari. Hon er fødd í Føroyum og er uppvaksin í Havn, men hevur búleikast víða; í Suðuramerika, í Spania, Skotlandi og í Danmark, men heimkenslan svitast ikki í henni. Listaliga akkerið er væl fest á føroyskum botni. Hon er útbúgvin sjónleikari og hevur verið virkin á palli og í filmi øll árini, men mest hevur hon kortini sungið. Nógv á donskum, men mest á føroyskum.
Hon er fyrsta føroyska kvinnan, sum varð útbúgvin sjónleikari. Áhugin kveiktist á skeiðum, sum Eyðun Johannessen helt í Sjónleikarhúsinum í Havn tíðliga í sekstiárunum. Tað gav henni brell at royna flogið á donskum leikpalli. Hon var m.a. við í leikinum "Færinger frænder” í 1968 á Fiolteatret. Stjórin, tann navnframi Arne Skovhus, eggjaði henni at søkja inn á Statens Teaterskole, sum tá var nýggjur leikskúli. Haðani tók hon prógv í 1973.
Les eisini: Annika Hoydal: - Eg vil eiga dagin í morgin
Sum sjónleikari í Danmark var hon í fleiri ár virkin á palli, í filmi, í sjónvarpi og útvarpi. Hesi árini sást hon sjáldan á føroyskum leikpalli, men tá ið Jens Pauli Heinesen skrivaði sjónleikin um Anniku í Dímun, sum Eyðun Johannessen setti upp fyri Havnar Sjónleikarfelag í 1976, var Annika Hoydal boðsend úr Danmark til Føroyar at spæla høvuðsleiklutin. Hetta var um somu tíð, at Annika sást ber í filminum "Violer er blå" í Havnar Bio, og tað gjørdi ivaleyst sítt til, at gravgangur var at síggja hana á palli í Sjónleikarhúsinum í kloddum og spjørrum, sum ikki fjaldu alt likamið.
Hóast hennara samstarv við Brigitte Kolerus á "Teatret ved Sorte Hest" hevur havt stóran týdning, hevur Annika ongantíð viljað bundið seg fast at einum ávísum leikhúsi. Sum tann frælsi fuglurin, hon er, hevur hon altíð viljað verið óheft. Hon er annað enn bara sjónleikari. Og so er tað hitt føroyska, sum støðugt kallar á hana.
Longu blaðung avdúkaði hon aðrar listagávur enn leiklistina. Hon sang eitt skifti á Viseversehuset í Tivoli. Fyrstu royndirnar á palli sum sangari hevði hon í studentakabarettunum í Føroyum miðskeiðis í 60-árunum. Úr hesum kvisti spretti m.a. sangbólkurin Harkaliðið. Hinir spælimenninir vóru Jógvan Dahl, Jógvan Telling Joensen og Kári Mouritsen - at byrja við var Jaspur Petersen eisini við. Tey vekja ans við sínum plátuútgávum síðst í 60- og fyrst í 70-árunum - bæði í Føroyum og Danmark. Tey prika við sínum nasadjørvu kabarettvísum og slóðbrótandi nýtulkingum av føroysku vísu- og kvæðamentanini. Høvuðsverkið mundi vera LP-plátan, sum kom í 1971, tikin upp í Wifoss-studio á Nyvej á Frederiksberg, har aðrir føroyingar eisini gjørdu sínar plátuupptøkur tey árini.
Okkurt dragandi var við hesari plátuni. Eitt var tann eyðkendi ljómin við upphavligu føroysku kvæða- og vísuløgunum í einum modernaðum búna. Hitt vóru myndirnar á plátuhúsunum. Fýra ungfólk í fremmandum umhvørvi. Umhvarvið av grasfløtu og skógi í baksýni og fýra kátum, føroyskum ungdómum til gongu við ørmunum um herðarnar hvør á øðrum umboðaði eina hugtakandi mótsøgn. Øðrumegin tann rótfesti føroyski ljómin í sangunum á plátuni, og so tað fremmanda idýlliska umhvørvið á myndunum, sum ikki var úr heimligum jørðildi. Tríggir ungir menn og ein kvinna. Ein eind. Gentan við kritahvítum hári, gulari troyggju, belti um miðjuna og stuttum niðurdeili. Vøkur og dragandi sum ein álvagenta. Soleiðis gekk og sang hon seg inn í hjørtuni á føroyingum.
Danska sjónvarpið hevði í heilum boð eftir Harkaliðnum. Í væl umtóktu undirhaldssendingini "Musikalske venner", sum Sten Bramsen legði til rættis, stigu tey fleiri ferðir á pall. Hetta mundi vera fyrsta ferðin, at sangir á føroyskum vórðu bornir fram á so ábærum palli fyri øllum Danmark. Tey komu tí at gerast fremstu mentanarligu sendifólkini úr Føroyum í Danmark hesi árini. Boð eru seinni eftir Anniku í danska sjónvarpinum sum solisti. Í 1979 sang hon "Alduna" á føroyskum í danska Melody Grand Prix-num.
Annika er tann karismatiska songkvinnan. Teatralsk og rúnarbindandi. Men hon er eisini annað enn sangari og sangtulkari. Sum longu nevnt, er hon so mangt. Sum frá líður verður tað kanska soleiðis, at tað, sum fer at standa fastast eftir av øllum tí, sum hon hevur fingist við og lagt eftir seg, eru sjálvir sangirnir. Hennara sangir. Annika er í veruleikanum kanska fram um alt annað tónaskald.
Hóast hon ikki leikar á nakað ljóðføri, smíðar hon løg sjálv. "Dropin" - á LP-plátuni hjá Harkaliðnum frá 1971 - er hennara fyrsta lag. Dropin staðfesti, at nú høvdu vit ikki einans eina spennandi songkvinnu, men eisini ein gávaðan songsmið. Óteljandi eru tey løgini vorðin, sum hon hevur gandað úr sínum dýpi uttan at hava nakað ljóðføri til hjálpar. Løgini búnast innan í henni. Við sínum musiska mátti kallar hon tey fram. Ofta kompleks og hugtakandi løg. "Snigilin" á "Endurljós"-útgávuni er eitt dømi av fleiri um dygdargóð og fullfíggjað løg, ið hon hevur smíðað. Aloftast hevur bróðirin, Gunnar, yrkt, stundum pápin, Karsten Hoydal. Sangtekstirnir hjá Gunnari og løgini hjá Anniku eru ein kraftfull symbiosa. Tekstirnir geva løgunum flog, og øvut.
Les eisini: Annika Hoydal: - Eg vil eiga dagin í morgin
Annika sang seg eisini inn í hjørtuni á føroyskum børnum í 70-árunum við hinari minniligu appelsingulu LP-plátuni. Sangirnir eru sum perlur á snóri. Hoyrir tú t.d. "Lítla Marin droymdi", gongur tú og murrar hann innantanna fyri dagin. Har eru allar hinar plátuútgávurnar. Annika og Jógvan (Telling) í 1977. Eisini ein dygdarútgáva, sum tíverri ongantíð er givin út á fløgu ella talgild á annan hátt. So eru tað eginútgávurnar, "Mit eget land", "Spor í sjónum", "Dulcinea", "Havið", o.s.fr. Týðandi klípi í okkara nýggja sangskatti.
Og tá ið so jubileumsútgávan "Endurljós" kom í 2015, sannaðu øll, at Annika er framvegis still going strong. Hóast hon hevur sungið í hálva øld, er sangrøddin at kalla enn hin sama. Ein lívsjáttandi kraft gjøgnumseyrar hesa útgávu og staðfestir, at Annika hevur av røttum vunnið sær støðu sum okkara mæta songdiva.
Tað kundu verið so mong, sum skrivaðu Anniku hesar reglur, men um eingin annar hevur skjøttað eftir tí, at hon hevur stóran føðingardag í dag, so taki eg lutin á meg. Eg eri bara ein av ivaleyst mongum øðrum, sum havi kent fløvan av hennara sangum og hennara rødd. Í útvarps- og seinni sjónvarpssendingum hava okkara vegir krossast. Eg havi sitið í hugnaligu húsunum hjá foreldrum hennara uppi á høvdini í Hoyvík omanfyri Hoydalar, hagar hon hevur vitjað við jøvnum millumbili. Útsýnið er einastandandi. Hon segði frá, hvusssu hitt skiftandi føroyska veðrið hugtekur hana. Haðani sær hon alt litspælið í havsbrúnni, og í tøgnini lýðir hon á orkesturljómin av brimi og sjóroki inni við land. Morgunin eftir er kvirt og slætt og havið blikar. Eingin dagur er líka.
Eg havi eisini verið á gátt í Admiralgade í hjartanum í Keypmannahavn, og tvær ferðir hava vit fylgst í Frederiksberg Have, sum var hin gátuføra lundin, sum manningin í Harkaliðnum sást avmyndað í á plátuhúsanum í 1971. Ein góðveðursmorgun í mai 2008 fingu vit eina heila útvarpssending burturúr samrøðu á einum beinki í Frederiksberg Hava. Aftaná - við einum kaffimunni í eini fortovskafé í Vesterbrogøtu - segði hon frá ommuni á Vesturbrúgv, sum hon búði hjá, tá hon gekk á leikskúla. Hennara íbúð var miðdepilin hjá Harkaliðnum, sum upprunaliga var ein útisetabólkur.
Hóast Annika nú fer um tey sjeytifimm, kenni eg meg sannførdan um, at hon er ikki liðug enn. Okkurt liggur eftir. Løgini bylgjast mestur framvegis innan í henni. Kanska fer hon at kalla okkurt av teimum fram, tá andin legst á hana. Kanska okkurt vakurt várkvøld uppi í húsinum á høvdini omanfyri Hoydalar við útsýni eystur- og suðureftir, har "mánin hann skínur yvir Nólsoyarfjørð, hann skínur og dandar, so vit verða ør".
Takk fyri sangin, Annika.
Les eisini: Annika Hoydal: - Eg vil eiga dagin í morgin