Ongi úrslit

Okkara áskoðarar á fyrstaplássi

Eftir hvørt kappingarár letur UEFA tríggjar Fair Play heiðurslønir, og í ár hava Føroyar vunnið heiðurin fyri bestu áskoðarar í altjóða dystum, bæði fyri landslið og feløg

FSF/Hans Erik Danielsen
30. oktober kl. 17:42

– Vit eru sera errin av at fáa hendan heiður frá UEFA. Áskoðaraprísurin er ein greið viðurkenning av teimum føroysku áskoðarunum, sum altíð vísa fyrimyndarligan atburð. Vit hava áður vunnið hendan heiður, og tað staðfestir, at føroyskir áskoðarar hava serliga góðan atburð við leikvøllin, tá vit stuðla liðum okkara, sigur Kristin Dam Ziska, aðalskrivari í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Í øllum dystum, sum verða spældir í kappingum hjá UEFA – bæði hjá landsliðum og feløgum – fáa áskoðarar stig fyri góðan atburð, og fyri hvussu væl teir megna at skapa ein góðan stemning rundan um vøllin. 

Millum annað verður dentur lagdur á, hvussu væl áskoðararnir stuðla sínum liði, bæði tá tað gongur væl, og tá tað gongur minni væl. Eisini verða stig givin, um áskoðararnir vísa virðing fyri mótstøðuliðnum. Rasisma, nýtsla av fýrverki og annar ófriður telur sjálvandi niður.

Hvørt ár kunnger UEFA, hvørji lond hava havt bestu áskoðarar. Hægsta stigatal, eitt land kann fáa, er 10 stig. Í teimum seinastu 62 UEFA-dystunum við føroyskari luttøku hava Føroyar fingið í miðal 9,136 stig – eitt stigatal, ið má metast sum framúr gott.

Virðislønin er ein peningaupphædd frá UEFA, ið skal nýtast til eitt Fair Play-tiltak. Næsta stig er tí at gera av, hvat Fair Play-tiltak skal setast í verk her í Føroyum.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Bogi kallar ein spaka fyri ein spaka

27. oktober kl. 18:14

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Eitt illgitt og sadistiskt netverk hevur breitt seg skjótt á netinum seinastu árini

27. oktober kl. 19:00

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Færri møguleikar geva fleiri problemir

28. oktober kl. 10:30