Nýggi heimildarfilmurin, Før stormen, lýsir íbúgvarnar á lítlu donsku oynni Mandø í Vadehavet, Vaðilin, sum røkkur frá Esbjerg til Den Helder í Niðurlondum, har heitið er Waddenzee. Úr túninum eygleiða tey veðurlagsbroytingarnar tá ódn og vatnflóð herja á. Hóast hesar hóttanir, tvíhalda tey eins og forfedrarnir um gerandisdagin á oynni.
Filmurin verður sýndur nú Umhvørvisvika er í Havn, har havið og reint vatn eru tema. Umhvørvisevnini eru tikin úr Heimsmálunum hjá ST nummar seks og fjúrtan. Vegna Tórshavnar kommunu fara Katrin Helmsdal og Katrin Petersen at innleiða sýningina, sum er ókeypis. Atgongumerki skulu tó bíleggjast sum vanligt til sýningar í Filmsfelagnum.
Í filminum Før stormen fylgja vit teim 27, sum búgva á Mandø. Tey eru von við uppgang og ógvusligt veður, men veðurlagsbroytingarnar hava gjørt støðuna enn verri. Síðsti bóndin á oynni, Gregers, sum í ættini er hin áttandi, vil ikki gevast á hondum og flyta inn á fastlandið. Heldur vil hann finna eina konu, so tey saman kunnu reka garðin.
Tá boðað verður frá stormi, fara Gregers og trúfasti hundurin at kanna gomlu flóðgarðarnar og hvørjum standi teir eru í at verja elskaða heimstaðin.
Ímeðan blæsur Mie tey hundrað ljósini á lagkøkuni, Ellen og Ingeborg gremja seg um ta mánasjúku, sum pínir tær, fuglafrøðingurin Niels er stúrin um sjáldsomu fuglarnar, ið ikki longur eru at síggja, og ferðaleiðarin, Preben, roynir at siga summargestum stuttligar søgur.
Hóast tey kenna veðurlagsbroytingarnar inn at beini, vilja tey búgva her. Filmiska lýsingin av hesum mikrokosmos er søgd í hugtakandi myndum í eyðkenda landslagnum, har himmal og hav eru í støðugari broyting millum flóð og fjøru.
Før stormen verður sýndur í Havnar Bio 8. mai klokkan 20.
Ókeypis atgongumerki eru at fáa á heimasíðuni hjá Havnar Bio.