Leygardagin verður aftur høvi at hoyra tveir av vinnarunum í klassisku tónleikakappingini, Stella Polaris 2017. Konsertfelagið skipar saman við Tórshavnar Musikkskúla fyri konsert, har Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, ið spælir akkordeon, fer at framføra. Hon vann kappingina í yngsta bólkinum við luttakarum til og við 13 ár. Í bólkinum við tónleikarum í aldrinum 14 til og við 18 ár vann Helena Joensen, klaver, og hon verður eisini at hoyra á konsertini.
Umframt hesar báðar, fer ein Gittarbólkur undir leiðslu av Ólavi Jakobsen og Ragnari Olsen at framføra, eins og kórið Cantus hjá Tórshavnar Musikkskúla fer at framføra. Dirigentar hjá teimum eru Kári Bæk og Joanna Johansen.
Konsertin, ið er ókeypis, verður kl. 15.00 í Auluni í Finsen leygardagin 18. november (í gamla Kommunuskúlanum).