Ókendir tekstir hjá Williami Heinesen út í bók

Nýggj útgáva er komin í bókahandlarnar við higartil ókendum tekstum hjá Williami Heinesen. Forlagið Sprotin gevur út

Helena Kannuberg
30. mai 2021 kl. 11:51

William Heinesen er víðagitnasta skald, sum Føroyar hava fostrað, og telist millum fremstu skaldsøguhøvundar í Norðurlondum í farnu øld. Hansara bøkur eru umsettar til fleiri enn 19 mál, og eingin ivi er um, at um vit í Føroyum høvdu havt eina bókmentaliga kanon, so hevði hann verið partur av henni.

Og nú kunnu øll tey, ið dáma væl at lesa William Heinesen, fegnast, tí nýggj útgáva við higartil ókendum tekstum hjá Williami Heinesen er komin í bókahandlarnar. Útgávan er á donskum og hevur heitið Om børn, træer, hvaler og andre, der har god tid. Poetiske perler af William Heinesen.

Forlagið Sprotin gevur bókina út, og greiðir soleiðis frá útgávuni:

-Talan er um stuttar tekstir, sum peika inn í kjarnan av lívsverkinum hjá Williami og sum lýsa hansara lívs- og heimsáskoðan. Ítøkiligt snúgva tekstirnir seg um barndóm, aldurdóm, um sambandið millum tilvitan og kosmos, skaldskap og átrúnað, menniskjað og medskapningar, menniskjað og medmenniskjað og um vísdóm og lívsins tvørsagnir. Tekstirnir snúgva seg eisini um vísindi, politikk, evropeiskar hugmyndir frá griskari fornøld til samtíðina, men eisini um hansara uppgerð  við mongu polariseringarnar í sínari samtíð.

Tað er Bergur Rønne Moberg, Ph.D. og lektari á Føroyamálsdeildini, sum hevur leitað tekstirnar fram í William Heinesen-arkivinum á Kongaliga bókasavninum í Danmark.