Ógvusligur jarðskjálvti kravt yvir 300 mannalív

Gjáranáttina rakti ein ógvusligur jarðskjálvti markið, millum londini Iran og Irak

Guðrun í Jákupsstovu
13. november 2017 kl. 12:02

Ein jarðskjálvti, ið er máldur 7,3 í styrki á Richterstiganum, rakti gjáranáttina markið millum Iran og Irak. Sostatt eru øki í báðum londunum ávirkað av skjálvtanum.

Tað verður mett at yvir 300 fólk eru deyð í skjálvtanum, og eini 2500 fólk eru særd. Tað skriva fleiri útlenskir miðlar.
Skjálvtin rakti Iran verri enn Irak, serliga var tað býurin Sarpol-e Zahab, ið liggur umleið 15 kilometrar frá irakiska markinum. 

Eftirsum at skjálvtin hendi um náttina, hevur tað verið sera torført hjá bjaringarliðum, at koma framat raktu økjunum. Bjargingararbeiðið er tó í gongd, og mett verður, at jú longri hetta arbeiðið kemur, jú hægri fer deyðstalið at vera.

Fólk eru tysjaði út á gøturnar, av ótta fyri at fleiri ógvusligir eftirskjálvtar fara at koma. Fleiri bygdir liggja í streymloysi.