Ógvusligur jarðskjálvti í Meksiko
Vanlukkurnar tykjast ikki taka nakran enda í Miðamerika. Sterkasti jarðskjálvti í hesari øldini rakti í morgun Meksiko
Guðrun í Jákupsstovu
8. september 2017 kl. 15:12
Tað var í morgun okkara tíð, at ógvusligasti jarðskjálvtin í eitt mannaminni rakti Meksiko. Tað skrivar BBC.
Jarðskjálvtin mátast 8,2 á Richterstiganum Tað var serliga tætt við meksikansku statirnir Chiapas og Oaxaca, at skjálvtin ávirkaði og nógvur skaði er hendur og higartil hava 16 fólk latið lív.
Eisini inni í Mexico City, umleið 1000 km frá har jarðskjálvtin rakti harðast, merkti man ógvsuliga skjálvtan.
Skjálvtin vekir óhugnalig minni um ein annan jarðskjálvta ið rakti Meksiko í 1985, har umleið tíggju túsund fólk lótu lív.
Eftir fyrsta skjálvtan hava fleiri eftirskjálvtan eisini verið.