Ógvusligt ferðsluóhapp á Sandavágshálsi
Løgregla, sjúkrabilur og sløkkiliðið eru á staðnum
Áki Bertholdsen
22. mars 2024 kl. 07:51
Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp á Sandavágshálsi. Løgreglan sigur, at ein bilur er farin út av og er farin í eina veit og er endaður á takinum.
Løgreglan er á staðnum og tey hava eisini boðsent bæði sjúkrbili og sløkkiliðnum.
Løgreglan veit ikki so nógv um óhappið, men tey hava klipt eina hurð upp á bilinum fyri at fáa føraran úr.