Ógvusligi hitin flutt seg til Spania og Italia

Hitabygjan, sum hevur gjørt um seg í Grikkalandi seinastu tíðina, hevur nú flutt seg til Spania og Italia. Hitin í hesum londum væntast at fara uppum 45 stig næstu dagarnar

Leif Láadal
11. august 2021 kl. 13:50

Óvanliga nógvi hitin, sum hevur gjørt um seg í Grikkalandi seinastu vikurnar, hevur nú førkað seg til Spania og Italia. Veðurfrøðingurin hjá BBC, Chris Fawkes, sigur sambært NRK, at hitametið, sum var sett í Spania 2017, har tey í Córdoba máldu 46,9 stig, kann verða sligið í vikuskiftinum. Hann metir, at hitin í Spania, har tað verður heitast, kann koma upp í 48 stig.

Eisini í Italia sær tað út til at hitin fer at koma heilt upp til tað heitasta, sum nakrantíð er mált í landinum. Metið í Italia er frá 2007, har tað í Foggia vórðu máld 47 stig. Chris Fawkes metir, at hitin í sunnara parti av Sisilia fer at koma upp á umleið 47 stig næstu dagarnar.

Heita luftin kemur úr Norðurafrika. Í Tunis vænta tey at koma heilt upp í 50 stig um vikuskifti.

Kelda: nrk.no