Hesa seinastu vikuna hevur regnað av grimd í landslutinum Nordrhein-Westfalen og Rheinland-Pfalz í vestara parti av Týsklandi og inn í Benelux. Stór øki liggja undir í vatni, tí áirnar eru fløddar upp um áarbakkarnar, og fleiri skriður hava lopið.
Harðast rakt er Týskland. Í lítla býnum Erftstadt, sum liggur miðskeiðis millum Køln og Bonn, stendur ringast til. Ein partur av býnum er horvin í einum ógvusligum skriðulopi.
Fleiri enn 133 fólk eru deyð, og upp aftur fleiri eru ikki komin afturí aftur. Bjargingarlið hava arbeitt hart fyri at bjarga fólki úr húsum, sum standa til at rapa.
Hóast tað er slitið í í Týsklandi nú, so óttast mynduleikarnir enn fyri, at byrgingarnar, sum skulu halda øllum vatninum, ikki fara at halda. Tí er nógv fólk flutt burtur úr økinum.
Kelda:bild.de
Myndir:Bild.de