Ógvuslig melduródn kravt fleiri mannalív

Stúrt verður fyri, hvussu nógv eru deyð og hvussu umfatandi skaðarnir eru.

Kristian Waag Dam
12. desember 2021 kl. 12:29

Í USA hava seks statir verið hart raktir av melduródnum um vikuskiftið. Teir seks statirnir eru: Arkansas, Illinois, Kentucky, Missouri, Tennessee og Indiana. Talið fyri, hvussu nógv eru deyð samanlagt, er enn ókent.

Ódnin, sum hevur verið søguliga ógvuslig, byrjaði fríggjadagin. Serliga er tað staturin Kentucky, ið hevur verið harðast raktur av melduródnum. Í Kentucky hevur Andy Beshear, guvernørurin, boðað frá, at minst 70 fólk hava latið lív í statinum, orsakað av ódnini. Á tíðindafundi segði Andy Beshear, at hann óttast fyri, at talið av deyðum fer uppum 100. Kentucky er í løtuni í undantaksstøðu.

Í gjár segði Joe Biden, forsetin í USA, við AFP, at hetta telist millum størstu melduródnirnar í amerikanskari søgu.

Hetta er ein sorgarleikur. Vit vita framvegis ikki, hvussu nógv eru deyð, ella hvussu umfatandi skaðarnir eru.