Um vikuskiftið hava fleiri ógvusligar mótmælisgongur verið í Hollandi. Hetta hevur elvt til stórar samanstoytir millum hollendsku løgregluna og mótmælisfólkini. Tað vóru fleiri mótmælisgongur um vikuskifti kring Holland, millum annað í Haag og Rotterdam. Mótmælisfólkini eru ónøgd við nýggju koronaátøkini, ið stjórnin hevur sett í verk.
Mótmælisgongurnar byrjaðu friðarliga, men sum fráleið blivu tær ógvusligari og at enda var einki tamarhald á støðuni. Mótmælisfólk kastaðu við steinum og skutu fýrverk eftir hollendsku løgregluni. Sambært NOS, hollendskur tíðindamiðil, vóru fimm løgreglufólk særd og 28 mótmælisfólk handtikin í gjár, í samband við mótmælisrørsluna í Haag. Myndugleikarnir í Haag hava boða frá, at býurin er í undantaksstøðu.
Fríggjakvøldið handtók løgreglan 50 persónar í samband við eina koronamótmælisgongu í Rotterdam. Í somu mótmælisgonguni kendi løgreglan seg noyddan at skjóta eftir mótmælisfólkunum. Trý mótmælisfólk vóru rakt og eru innløgd við skotsárum.
Her eru nøkur av nýggju koronaátøkunum hjá hollendsku stjórnini:
-Barir, matstovur og stórir handlar við gerandisvørum sleppa at hava opið til kl 20. Aðrir handlar sleppa at hava opið til kl 18.
-Munnbind eru krav í handlum, bussum og tokum.
-Um man skal út at eta, í biograf ella onnur líknandi tiltøk, so skal man vísa koronapass.
-Mælt verður til, at man arbeiðir so nógv heima sum gjørligt.
-Tað er einans loyvt at hava vitjan av fýra fólkum, ið eru yvir 13 ár.
Í Eysturríki er eisini stórt ónøgdsemi
Eins og í Hollandi, so hava tað eisini verið stórar mótmælisgongur at sæð í Eysturríki um vikuskiftið. Mótmælisfólkini eru ónøgd við nýggju átøkini. Tó er tað serliga nýggjasta koppsetingarkravið, ið Alexander Schallenberg, kanslari, fer at seta í gildi í februar 2022, ið hevur vakt øði í eysturríkska fólki. Nýggjastu átøkini verða sett í verk orsaka tí vaksandi talinum av smittutilburðum.
Í fylgi bretska miðlinum The Guardian, so vóru áleið 35.000 fólk og mótmæltu í høvuðsstaðnum Wien. Talið av ónøgdum í samband við korona er høgt. Fleiri eru atfinningarsom mótvegis koppseting og einans 66 prosent av fólkinum eru liðug koppsett. Samanborið við Føroyar, so eru Føroyar væl frammanfyri á tí økinum. Tað eru 86,7 prosent føroyingum yvir 12 ár, ið hava fingið seinna prikið.