Ógvuslig dálking á vestastu oyggjunum í Noregi

Oyggjarnar vestast í norska skergarðinum eru illa dálkaðir av plasti, ið rekst á havinum

Ingi Samuelsen
23. apríl 2018 kl. 19:27

Plastdálkingin í Atlantshavi er helst nógv meira umfatandi, enn vit dagliga gera okkum far um.

Hetta prógvar ein vitjan á eini oydnari oyggj vestast í norska skergarðinum út fyri Bergen. 

NRK Hordaland hevur verið á vitjan á oynni, sum er ein ræðumynd av hvussu nógv plast og annað avfall rekur upp á land úr havinum. 

”Skrekkens øy” verður oyggin kallað har tonsavís av burturkasti, mest úr plasti liggur og rekst. Meðan rannsóknarmenninir ganga í grasinum, hoyrist knasið av plasti, sum liggur í grasinum. 

Hóast hetta er ríkt djóralív á oynni. 

- Tað kann gott vera, at tað eru ógvusligar myndir, vit vanliga síggja. Men støðan er júst tann sama her. Henda víkin er tann ógvusligasta plastdálkingin, eg nakrantíð havi sæð, sigur Kenneth Bruvik, frá Norges Jeger- og Fiskerforbund við NRK. 

Tey harmast mest yvir villini djóralívið við eitt nú ørnum og oturum á oynni. Tað ringasta er tankin um, at talan er um plast, ið hevur ligið her upp til seksti ár. 

Júst nú er ein kampanja í Noregi fyri at fáa fólk út at rudda strendurnar fyri plast hósdagin 3. mai. Men menninir á hesi oynni vilja ikki upplýsa hvør oyggj, talan er um í hesum føri. Teir eru ikki áhugaðir í at fáa sjálvbodnar ruddarar út á hesa oynna júst nú. Tað hevur størri týdning at loyva granskarum framat, so at oyggin kann brúkast til atkanna hvussu plastdálkingin ávirkar djóralívið.

Sí innslagið hjá NRK her


(Mynd: NRK)