Í fleiri ár hava býráðslimir í Havn arbeitt fyri at reisa ein minnisvarða yvir merkiskvinnuna, Andreu Árting.
Hon var virkin í arbeiðskvinnufelgnum í eitt mannaminni og var ein av undangongukvinnunum at útvega kvinnum somu løn sum menn. Tað var eisini hon, sum tók stig til at kvinnur fóru at rógva kapp í Føroyum.
Og nú er tað komið so langt, at tað verður gjørt klárt at seta standmyndina upp í Steinatúni, mitt í Havn og ætlanin hevur verið at seta standmyndina upp í hesum mánaðinum.
Men í hesum sambandi hava býráðslimir í Havn verið vónbrotnir av, at fakfeløgini ikki hava stuðlað ætlanini. Tey hava ført fram, at tað høvdu tey væntað av tí at Andrea Árting serliga gjørdi vart við seg í fakfelagsarbeiði.
Og hetta eru bæði tey í Havnar Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, eitt sindur firtin av.
Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag sigur, at á sinni fingu tey eitt skriv frá býráðnum í Havn um at stuðla ætlanini við 50.000 - 60.0000 krónum.
– Tað hava vit í Havnar Arbeiðarafelag samtykt, sigur formaðurin.
Hann sigur, at umbønin var gingin á møti beinanvegin.
– Sostatt hava vit stuðlað við tí, vit eru biðin um at stuðla og tí halda vit, at tað er ógrundað at lasta okkum fyri nakað nú.
Ruth Boetius, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag, sigur at hetta er farið fram fyri hennara tíð, so veit ikki, hvussu støðan er.
Men Vigdis Johannesen, fyrrverandi forkvinna, sigur, at eisini tey hava samtykt at stuðlað verkætlanini við tí, sum tey vórðu biðin um at stuðla, nevniliga við 50.000 - 60.000 krónum. Tá varð standmyndin mett at kosta eina góða millión.
Hon sigur, at hetta eru nøkur ár síðani, men tey frættu ongantíð aftur frá býráðnum.
Tí heldur hon lítið um, at býráðslimir nú loypa á fakfeløgini, tí tað er púra ógrundað, sigur hon.
Nú kemur málið so undan kavi aftur, men nú er talan um eina heilt aðra verkætlan, sum kostar slakar tríggjar milliónir og býráðið ætlar at fíggja standmyndina, alla sum hon er.
Annars eru Heri Reynheim og Vigdis Johannesen á einum máli um, at Andrea Árting hevur so hjartaliga uppiborið at fáa ein minnisvarða reistan yvir seg í Havnini.