Ógreitt hvat hendir við smáa upsanum inni við land

Alingin kann hava ávirkan á upsastovnin, heldur Petur Steingrund, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havstovuni. Hann heldur tó ikki, at seiður í ringunum er stóri syndarin, men nebbasildin kann vera ávirkað. Ongar niðurstøður kunnu tó gerast uttan neyvar kanningar, leggur hann dent á

Ingolf S. Olsen
24. juli 2021 kl. 09:00

Vitanin um, hvat hendir við upsanum fyrstu livitíðina sum ternumurtur og seiður inni við land, er so lítil, at at kalla allir møguleikar eru opnir.

Tað ásannar Petur Steingrund, fiskifrøðingur og deildarleiðari á Havnstovuni, nú ein samanbering av laksatøkuni í føroysku alivinnuni og upsaveiðuni hevur vakt ans. Samanberingin vísir eitt øvugt lutfall seinastu 20 árini – so hvørt sum alivinnan er vaksin, er upsaveiðan minkað í sama mun.

Jacob Vestergaard, fiskimálaráðharri, hevur sagt, at hann vil hava málið kannað, og væntar, at Havstovan fer at gera sín part í so máta.

Petur Steingrund heldur eisini, at møgulig ávirkan frá alivinnu á villan fisk og annars alt, sum hendir inni við land, eigur at kannast. Hann hevur eisini fleiri boð upp á kanningar, sum hann heldur vera viðkomandi at gera. Men hann er samstundis púra samdur við Eilif Gaard, stjóra, á Havstovuni, sum í Dimmalætting 28. mai gjørdi greitt, at í so fall má meira peningur játtast til Havstovuna, tí orka er ikki til eyka uppgávur, sum er.

Upsin hvørvur

Petur Steingrund varðar millum annað av stovnsmetingunum, og tað hevur elvt til ikki sørt av høvuðbrýggi bæði í fiskivinnuni og á Havstovuni, at upsaflotin – tað er í fyrsta lagi botnfiskatrolararnir – í nógv ár ikki er komin nær námind at fiska ta nøgd, sum ICES mælir til at fiska undir Føroyum. Ikki tí, at tað ikki verður roynt av dýrastu makt eftir upsa, tí tað verður tað, men tí fiskiskapurin einfalt hevur verið og er so vánaligur.

Petur Steingrund hevur, sum hann sigur, “ikki nakað ræðuliga gott boð upp á, hví so er”. Tí ICES-tilmælini byggja á stovnsmetingarnar hjá Havstovuni, og tær hava ár eftir sagt, at stovnurin var rímiliga væl fyri. Tilmælini hava verið har eftir, men tann upsin, ið yvirlitstrolingarnar hjá havrannsóknarskipinum lovaðu skuldi vera har, hann var har ikki kortini, tá avtornaði, og hann skuldi veiðast.

- Tá vit gera stovnsmetingina, fáa vit eitt boð upp á, hvussu stórur stovnurin er, og hvat veiðitrýstið hevur verið. ICES ger so sítt tilmæli út frá tí. Men seinastu tíggju árini hava vit sæð, at faktiska nøgdin var minni, enn vit roknaðu við – viðhvørt nógv minni.

- Veiðutrýstið á upsan hevur av tí sama verið rættiliga lágt, tí tað avspeglar, at man ikki klárar at fiska alt tað, sum var tilmælt. Men stovnsmetingin sigur onki um, hví tað er so, greiðir Petur Steingrund frá.

(Hetta er partur av grein, sum stóð í Dimmalætting fyri einum mánað síðani (blað nummar 20), og sum kann lesast her, ert tú haldari)