Mentanarnátt hevur verið í Havn í nátt og tað var rættiliga nógv fólk í býnum.
Men eitt, løgreglan serliga legði merki til, var, at tað vóru serstakliga nógv heilt blaðung fólk í býnum, um konfirmatiónsaldur, og yngri.
Hetta var eitt fyribrigdi, sum var heilt serligt fyri hesa mentanarnáttina afturímóti øðrum veitslukvøldum í Havn
Løgreglan sigur, at kanska kemst hetta av, at skúlar eru stongdir nú ímeðan verkfall hevur verið, umframt at framhaldsdeildin hevur lesiferiu.
Men løgreglan sigur eisini, at hesi blaðungu gjørdu ongan serligan háva burtur úr sær, men tey sleppa ikki inn nakrataðni, so tey hildu til í Trappuni í Vágsbotni, og aðrastaðni, uttandura.
Kortini heldur løgreglan, at hetta vóru fólk, sum vóru so ung, at tey skuldu heldur ligið heima og sovi og ikki gingið í býnum til tíðliga í morgun.