Ófriðurin í Ísrael og Gaza kyknaður aftur

Ísrael hevur framt fleiri loftálop á Gaza, eftir at ballónir við brandbumbum vórðu sendar inn í Ísrael

Steinar Patursson
16. juni 2021 kl. 07:58

Ísrael hevur framt fleiri loftálop á fleiri Hamas mál í Gaza geiranum, eftir at eldásetandi ballónir vórðu sleptar úr Gaza inn í Ísrael.

BBC sigur, at fleiri brestir hava verið í Gaza í morgun, og at álopini koma sum svar upp á ballónir, ið vórðu sleptar úr Gaza tíðliga í gjár, og sum settu eld í ymsastaðni í Ísrael.

Hetta er fyrstu ferð, at ófriðurin kyknar upp aftur, eftir at vápnahvíld kom í lag millum partarnar 21. mei.

Tá høvdu partarnir stríðst í 11 dagar.

Ófriðurin er kyknaður aftur, eftir at ísraelskir nationalistur vóru á kravgongu í eystara parti av Jerusalem týsmorgun.

Ísraelska verjan vil vera við, at stríðsflogfør søktu at fleiri hernaðarmálum í Gaza og í Khan Younis. Sambært ísraelsku verjuni gekk "yvirgangs virksemi" fyri seg har, sum sókt varð at, og at ísraelska verjan er til reiðar at halda fram við at stríðast, heldur Hamas fram við yvirgangsálopum.

Ein talsmaður fyri Hamas gjørdi á Twitter greitt, at palestinar fara at halda fram við teirra "djarvu mótstøðu og at verja teirra rættindini og heilagu støð" í Jerusalem.

Sløkkilið í Ísrael vilja vera við, at ballónálopini úr Gaza høvdu við sær um 20 eldásetingar á markum í Ísrael.