Tað gekk ikki stillisliga fyri seg, tá Ongland og Italia skuldu spæla EM-finaluna á Wembley í summar. Undan finaluni stormaðu fleiri viðhaldsfólk enska tjóðarvøllin, og tað verður mett, at meira enn 2.000 viðhaldsfólk bardu seg inn á Wembley uttan atgongumerki.
– Tað, at viðhaldsfólkini uttan atgongumerki tuskaðu inn á stadion, elvdi til uppskakandi hendingar, har ruðuleiki valdaði. Hesin ófriðurin var øgiliga nær við at kosta mannalív, ljóðar ein av niðurstøðunum í frágreiðingini.
Fyriskipararnir av EM-finaluni høvdu undirmett trygdarvandan av dystinum, metir frágreiðingin. Í alt vórðu 17 stór trygdarbrot framd í samband við EM-finaluna.
Mark Bullingham, formaður fyri enska fótbóltssambandið, FA, sigur, at frágreiðingin er týdningarmikil lærdómur fyri FA.
– FA ynskir at biðja um umbering fyri ræðuligu hendingarnar á Wembley ta kvøldið. Lærdómurin frá hesari frágreiðingini er við til at tryggja, at viðhaldsfólk í framtíðini fara at fáa góð upplivilsir, tá stór tiltøk eru á Wembley, sigur hann í eini fráboðan.
Her eru nøkur videobrot, ið vísa, hvussu óskilið var undan EM-finaluni millum Ongland og Italia í summar: