Ódnin Irma leggur karibiskar oyggjar í oyði

Irma verður bólkað sum ein ódn av styrki fimm, sum er tað hægsta ein ódn kann bólkast sum

Guðrun í Jákupsstovu
7. september 2017 kl. 09:00

Tað er bert ein lítil vika síðani, at ódnin Harvey leikaði á í amerikanska statinum Texas. Nú er ein nýggj ódn, ódnin Irma, á veg, og líkt er til at hon fer at gera munandi størri skaða.

Ódnin Irma hevur ferðast allan vegin frá Cape Verde, tvørtur um Atlantshavið, og hevur nú rokkið til ymsar karibiskar oyggjar. Ódnin hevur longu gjørt stóran skaða á oyggjum sum Sint Maarten og Barbuda. Umleið 90% av húsunum á hesum oynnum hava tikið skaða, streymurin er farin og telefonsambandið við. Tað skrivar BBC. Mett verður, at ódnin fer at flyta seg haðandi mótvegis oynni Puerto Rico, og síðani móti Dominikanska Lýðveldinum. Til síðst verður hon eisini mett at raka amerikanska statin, Florida, har tað er blivið lýst noydd burturflyting.