Ódnin Ida rakt New Orleans

Eitt fólk hevur longu latið lív í ódnini Ida, ið rakti New Orleans í nátt. Býurin er uttan streym, og tað kann taka vikur, áðrenn streymurin er komin aftur, sigur Joe Biden, forseti.

Steinar Patursson
30. august 2021 kl. 09:37

Býurin New Orleans í Louisiana í USA hevur mist streymin, eftir at ódnin Ida nú hevur rakt.

Sambært BBC siga veðurfrøðingar, at ódnin hevði vindmegi á upp til 240km/h, tá hon rakti býin, og at myndugleikarnir hava givið teimum, ið framvegis eru í býnum, boð um ikki fara út um dyr.

Í minsta lagi eitt fólk hevur longu latið lív, tá eitt træ koppaði á eini hús í Baton Rouge økinum.

New Orleans varð illa raktur av ódnini Katrina í 2005, tá um 1.800 fólk lótu lív, og mett verður, at ódnin Ida fer at leggja trýst á flóðverjurnar, ið býurin fekk eftir ódnina Katrinu.

Joe Biden, forseti, hevur gjørt greitt, at støðan í New Orleans og í Louisina yvirhøvur er hættislig, og at ódnin fer at hava við sær stórar skaðar. Mett verður, at fleiri enn ein millión hús í Louisiana eru uttan streum, og at tað fer at taka fleiri vikur at fáa streymin aftur.