Ódnin Harvey hóttir Texas

Ringasta ódn í 12 ár fer at herja á amerikanska statin Texas í kvøld

Guðrun í Jákupsstovu
25. august 2017 kl. 12:34

Íbúgvar í amerikanska statinum Texas, skulu í dag taka avgerðina um tey skulu flýggja frá húsi og heimi, ella taka kjansin og vera verandi við hús. Orsøkin er tann, at tann møguliga lívshættisliga ódnin, Harvey, fer at bresta á í Texas seinni í kvøld. Tað skrivar CNN.

Ódnin Harvey sær út til at fara at blíva ein tann ógvusligasta ódnin ið hevur rakt USA tey seinastu 12 árini. Veðurvánirnar spáa upp til 90 cm av regni og yvir 200 kilometrar um tíman av vindi. Hesi ógvusligu tøl gera, at ódnin verður flokkað sum ein bólkur-3 ódn. Seinast ein so sterk ódn brast á í USA, var í statinum Florida, í 2005. Har mistu 87 fólk lívið.

Motorvegir eru longu fyltir av bilum ið vilja rýma úr statinum, og stórt burturflytingararbeiði verður nú framt í býum ið liggja í serliga lágtliggjandi økjum. 
Dr.dk skrivar, at tey hava burturflutt arbeiðsfólk á oljuboripallum í tí meksikanska golfinum, umframt at fleiri oljureinsingarvirki eru stongd. Hetta hevur ført við sær at bensinprísir eru hækkaðir nógv.

Tey fólkini ið ikki vilja rýma, hava ístaðin keypt stórt inn undir seg av mati og drekka, so at nógvir handlar standa púra tómir. Tey hava eisini keypt sandsekkir og bretti av ymsum slag, at verja húsini við.