Nú nærkast av álvara til FM-kappingin í kappróðri byrjar. Fyrsti FM-róðurin verður á Norðoyarstevnu 1. juni.
Seinnu árini hevur verið møguleiki fyri at kappast í ódnartøkum, áðrenn farið verður undir sjálva FM-kappingina. Ódnartøk eru skipað á tann hátt, at bátarnir til hvørja kapping rógva ein stuttan tein tríggjar ferðir.
Leygardagin var tann næsta av trimum kappingum hildin í Runavík, og fleiri áhugaverd úrslit vóru.
Til fyrstu kappingina, sum var hildin í Norðagøtu, vann Ørvur úr Havnar Róðrarfelag allar tríggjar róðrarnir í áttamannaførum. Leygardagin var ein nýggjur bátur við - eisini úr Havnar Róðrarfelag. Talan er um spildurnýggjan bát, sum kallast Tórsbáturin. Nýggi báturin gjørdi ikki mætari enn at vinna allar tríggjar róðrarnar.
Trý tíggjumannafør fara at kappast um FM í ár, men tey vóru ikki til fyrstu kappingina í ódnartøkum. Leygardagin vóru tey øll við, og nýggi avbjóðarin, Nólsoyar Páll, gjørdi bart, og vann allar róðrarnar. Klaksvíkingur gjørdist nummar tvey tvær ferðir, og Norðingur nummar tvey eina ferð.
Øll úrslitini frá ódnartøkum í Runavík kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Róðrarsambandinum.
Triðja og seinasta kappingin í ódnartøkum verður í Miðvági komandi leygardag.