Odmar og Jóannes eru aftur á landsliðnum

Hallur Hansson er ikki millum teirra, sum Håkan Ericson hevur sent boð eftir til teir báðar síðstu heimadystirnar í hesum umfarinum, og Brandur H. Olsen er í bíðistøðu

Myndir: Jonhard Hammer
Jonhard Hammer
30. september 2024 kl. 10:32

Eftir langan skaðasteðg eru Odmar Færø úr KÍ og Jóannes Bjartalíð aftur á landsliðnum. Hallur Hansson úr KÍ, sum var liðformaður, inntil hann var illa skaddur, er ikki á listanum. Hann hevur annars verið á KÍ liðnum seinastu ferðirnar.

Jóannes Bjartalíð er tøkur aftur, og tað er møguleiki fyri, at Brandur H. Olsen eisini verður at síggja.

-Vit bíða við at taka út síðsta miðvallaran. Tað kemst av, at Brandur H. Olsen aftur er farin at venja í Fredrikstad. Vit bíða eftir at vita, hvussu tað fer at ganga hjá honum í hesi vikuni, sigur Håkan Ericson.

Føroyar eiga heimavøll bæði ímóti Armenia og Lettlandi ávikavíst 10. oktober og 13. oktober.

-Vit gleða okkum, og tað kemur væl við, at vit ikki skulu ferðast millum dystirnar. Tað eigur at bera við sær, at fyritreytirnar verða betri, enn tær eru, tá ið vit eftir dystardagin skulu brúka ein dag at ferðast, sigur Håkan Ericson.

Landsliðsvenjarin er fegin um, at Odmar Færø er tøkur aftur:

-Hann er neyvan tøkur at spæla báðar dystirnar, men tað hevur stóran týdning, at hann er tøkur aftur, tí hann telist millum leiðararnar bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin.

At Hallur Hansson ikki er á listanum kemst av, at hann ikki er tøkur at spæla:

-Eg havi tosað nógv við Hall, og vit fegnast um, at hann hevur spælt so nógv ið KÍ, sum hann hevur gjørt seinastu vikurnar. Tað vísir seg at bera pínu við sær, og í gjár var neyðugt hjá honum at taka pínutablettir fyri at spæla í Sørvági. Hallur er búgvin og ásannar, at hóast hann so fegin vil vera á landsliðnum, so heldur hann ikki, at hann í løtuni er førur fyri at spæla, sigur Håkan Ericson.

Mattias H. Lamhauge og Teitur Matras Gestsson eru aftur á listanum. Teir hava verið skaddir, og Bárður á Reynatrøð, sum vardi malið seinastu ferðirnar, er triði málverjin á listanum.

Málverjar

Teitur Matras Gestsson HB

Bárður á Reynatrøð Víkingur

Mattias Heðinsson Lamhauge FC Fredericia Danmark

 

Verja

Viljormur Davidsen HB

Jóannes Kalsø Davidsen KÍ

Jann Julin Benjaminsen B36

Arnbjørn Svensson Víkingur

Samuel Johansen Chukwudi HB

Andrias Edmundsson Wisła Płock Pólland

Gunnar Vatnhamar Víkingur Reykjavík

Hørður H. Askham Roskilde Danmark

Odmar Færø KÍ

 

Miðvallarar

Hanus Sørensen HB

René Shaki Joensen KÍ

Sølvi Vatnhamar Víkingur

Hannes Agnarsson B36

Meinhard Egilsson Olsen Mjøndalen Norra

Adrian Justinussen Hillerød Fodbold Danmark

Jóannes Bjartalíð Fredrikstad Norra

 

Álopsspælarar

Petur Knudsen NSÍ

Klæmint Andrasson Olsen NSÍ

Jóan Símun Edmundsson Shkupi  Norðurmakedonia