Millum tey mongu, sum fyrrapartin vóru á tíðindafundinum, tá ið Håkan Ericson kunngjørdi, hvørjum hann hevur sent boð eftir til teir báðar landsdystirnar í oktober, var Odmar Færø.
33 ára gamli KÍ miðverjin var millum teir 23, sum landsliðsvenjarin hevði á listanum. Tað hevur hann ikki verið higartil í ár. Orsøkin er, at hann leingi var skaddur.
Nú hevur hann verið við í fimm landskappingardystum, og nú heldur landsliðsvenjarin, at miðverjin aftur er tøkur.
-Tað eri eg glaður um, tí Odmar telist millum leiðararnar bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin. Hvønn leiklut hann fer at eiga í dystunum ímóti Armenia og Lettlandi fer at vísa seg næstu vikurnar, segði landsliðsvenjarin í morgun.
Odmar Færø fegnast um úttøkuna:
-Eg var fyrstu ferð á landsliðnum 15. august í 2012, tá ið vit taptu vinadyst í Íslandi 2-0. Tá var tað góð kensla at verða úttikin. Eg stóð uttanfyri og hugdi, tá ið tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti Norðurmakedonia. Tá hugsaði eg, hvussu heppin eg hevði verið at sleppa at vera millum teir fáu, sum fáa møguleikan at spæla á landsliðnum, og nú eg aftur fekk landsliðsboð, var tilvitanin um hesa gleðina størri, enn hon var, tá ið eg altíð var millum teir, sum fingu landsliðsboð, sigur Odmar Færø í samrøðu við dimma.fo.
Hvussu heldur tú møguleikarnar vera í dystunum, sum standa fyri framman?
-Í fyrsta lagi eri eg spentur at vita, hvønn leiklut venjarin heldur, at eg skal hava. Vit hava fingið ein framúr góðan miðverja í Andriasi Edmundsson, og tað verður hugaligt hjá honum ella teimum, sum fáa møguleikan at spæla saman við honum. Og so er tað hugaligt at spælarar við royndum, sum ikki hava verið við seinastu ferðirnar, aftur eru tøkir. Her hugsi eg um Jóannes Bjartalíð og vónandi eisini Brand Hendriksson Olsen. Um allir spælararnir vera tøkir, so verður tað kapping um plássini, og tða eigur at bera við sær, at tað verður møguleiki fyri góðum úrslitum ímóti Armenia og Lettlandi.
Odmar Færø hevur higartil spælt 58 landsdystir.
Føroyar fara at spæla á heimavølli ímóti Armenia hósdagin 10. oktober og ímóti Lettlandi sunnudagin 13. oktober.