Í dag hevur UEFA boðað frá, hvussu dystarskráin í Europa Champions League bólkaspælinum sær út.
Hjá KÍ sær Conference League skráin soleiðis út:
21. september kl. 20.00: Slovan Bratislava – KÍ
5. oktober kl. 17.45: KÍ – Lille
26. oktober kl. 17.45: KÍ – Olimpija Ljubljana
9. november kl. 20.00: Olimpija Ljubljana – KÍ
30. november kl. 17.45: KÍ – Slovan Bratislava
14. desember kl. 20.00: Lille – KÍ
Talan er um seks dystir – tríggjar á heimavølli og tríggjar á útivølli. Tríggir av dystunum vera spældir, áðrenn heimliga landskappingin verður liðug. Tað kann bera við sær, at onkrir dystir í heimligu kappingini verða fluttir soleiðis, sum tað sæst á niðanfyri standandi yvirliti.
FSF hevur fyrr í ár gjørt av, at feløg, sum spæla á útivølli í europeiskari kapping, ikki spæla í heimligu kappingini fyrr enn fjórða dagin eftir europeiska dystin á útivølli.
Tað hevur bara verið seinastu árini og av koronaávum, at føroysk feløg hava spælt í heimligu kappingini eftir, at oktober mánaður er av. Landsliðið hevur nógvu tey seinastu árini spælt í november.
Nú er tað øðrvísi. KÍ hevur sum fyrsta føroyska felag kvalifiserað seg at vera við í bólkaspæli í Europa. Tað ber við sær, at KÍ fer at spæla fram til hósdagin 14. desember, tá ið klaksvíkingar fara at spæla á útivølli í Fraklandi ímóti Lille, sum er hægst styrkismetta felagið í bólkinum. Lille er býur norður ímóti markinum til Belgia.
Frá nú av og fram til árslok fer KÍ at spæla 14 dystir – átta landskappingardystir og seks í Conference League.
KÍ eigur fleiri landsliðsspælarar. Ímóti Póllandi hósdagin á útivølli og Moldova á heimavølli annan sunnudag eru teir fimm: Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jákup B. Andreasen og René Shaki Joensen.
Hjá teimum verður næstu vikurnar neyvan nógv annað enn fótbóltur á skrá. Umframt teir átta landskappingardystirnar og teir seks í Conference League eiga teir fimm landsdystir ella til saman 19 dystir í 15 vikur. Serliga fram til kappingarlok í landskappingini verður stutt millum dystirnar. Fram til síðsta vikuskiftið í oktober fara landsliðsspælararnir hjá KÍ at spæla 15 dystir í átta vikur – átta landskappingardystir, tríggir dystir í Conference League og fýra landsdystir.
Dystarskráin hjá landsliðsspælarunum hjá KÍ
07.09 hósdagur Pólland – Føroyar EM
10.09 sunnudagur Føroyar – Moldova EM
15.09 fríggjadagur HB – KÍ 21. umfar
18.09 mánadagur KÍ – B68 – 22. umfar
21.09 hósdagur Slovan Bratislava – KÍ Conference League
24.09 sunnudagur TB – KÍ – 23. umfar (verður møguliga útsettur til mánadagin 25. september)
27.09 mikudagur EB/Streymur – KÍ – 17. umfar (útsettur frá 6. august)
01.10 sunnudagur KÍ – ÍF – 24. umfar
05.10 hósdagur KÍ – Lille Conference League
08.10 sunnudagur AB – KÍ – 25. umfar
12.10 týsdagur Føroyar – Pólland EM
15.10 fríggjadagur Kekkia – Føroyar EM
22.10 sunnudagur B36 – KÍ – 26. umfar
26.10 hósdagur KÍ – Olimpija Ljubljana Conference League
28.10 leygardagur KÍ – Víkingur – 27. umfar (umfarið verður møguliga útsett til sunnudagin 29. oktober)
09.11 hósdagur Olimpija Ljubljana – KÍ Conference League
20.11 mánadagur Albania – Føroyar EM
30.11 hósdagur KÍ – Slovan Bratislava Conference League
14.12. hósdagur Lille – KÍ Conference League