Ódjór – ein søga um ódjórini, sum liva rundan um og innan í okkum.
Soleiðis stendur at lesa á baksíðuni á nýggju barnabókini ’Ódjór’, sum Silja Aldudóttir hevur útgivið í dag. Silja er ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, og hevur sostatt nógv við barnabøkur at gera, hóast hetta er hennara fyrsta skaldsøga. Tá ið hon varð spurd um, hvat ódjórið í bókini er, segði hon, at tað er bæði eitt veruligt ódjór, ein øgiligur ormur í Havnará, men at bókin eisini snýr seg um ódjórini innan í okkum øllum; myrkar og óhugnaligar kenslur, sum einsemi og vreiði.
Tað tykist, sum hevur bókin vakt áhugan hjá børnunum. Hon er ætlað børnum ímillum 10 og 13 ár, og har vóru nógv børn við foreldrum sínum til tiltakið, sum spent stillaðu seg í kø fyri at fáa bókina signeraða. Trý heppin børn vóru sloppin at lesa bókina, áðrenn útgávutiltakið, og Petur Háberg gjørdi samrøðu við tey um, hvat tey hildu um bókina. Tey søgdu seg dáma hana væl, men vóru nakað bangin fyri at ’spoila’ endan, tá ið tey vórðu spurd um, hvønn part av bókini, teimum dámdi best.
Aftaná framløgurnar var tekniverkstova fyri børnini við listamanninum Bárður Dal Christiansen. Tekningarnar í bókini eru marrukendar og tølandi, og endurspegla hetta innara ódjórið, sum talað verður um.