NSÍ boðar í kvøld frá, at ein av royndu spælarunum hevur skrivað sáttmála við felagið um, at hann eisini í 2023 fer at umboða felagið.
Talan er um 33 ára gamla Odd Á. Højgaard, sum fýra tey seinastu árini hevur umboðað NSÍ í bestu deildini. Í 2018 var hann í EB/Streymi, og frammanundan tí hevði hann bara umboðað barndómsfelagið B68.
-Tað liggur ein ávís ábyrgd á okkum eldru leikarum at bera, tá ið tað stendur á. Her eru nógvir ungir og spennandi spælarar í hópinum, og eg vil fegin vera partur av endurreisingini av NSÍ, sigur Oddur Á. Højgaard við heimasíðuna hjá NSÍ.
Oddur er enn ein leikari í røðini av etableraðum NSÍ-leikarum, ið følir, at hann eisini skal vera við til at spæla NSÍ upp aftur í bestu deildina. Við yvir 200 dystum í bestu deildini er talan um ein ógvuliga royndan leikara, ið kemur at stýra verjuni hjá NSÍ, sigur NSÍ heimasíðan.
Sambært faroesoccer.com hevur Oddur Á. Højgaard spælt 201 dystir í bestu landskappingini, og í 1. deild, har hann og 1. deild fara at spæla í 2023, hevur hann spælt 95 dystir.