Oddagrein: Fáið nú nýggju pantskipanina samtykta

Tað hevur verið ein heilt óalmindiliga tungur burður at fáa samankoyrt alla pantskipanina, so fólk sleppa av við alt á einum stað

Sveinur Tróndarson
3. desember 2021 kl. 08:00

Tað hevur verið ein heilt óalmindiliga tungur burður at fáa samankoyrt alla pantskipanina, so fólk sleppa av við alt á einum stað.

Sum støðan er í løtuni, skal mann renna frá Peri til Pól fyri at sleppa av við fløskur og einnýtisíløt, og tað virkar sum, at tað er líka stórur munur á, tá man til dømis skal lata ølblikk og vín- og brennivínsfløskur innaftur, sum tað er, tá man keypir tær. Tí tær mugu, fyri alt í verðini, ikki latast inn á sama staði.

Í dag er tað so galið, at SMS hevur eina skipan, FK hevur eina aðra, Rúsan hevur sína heilt egnu og onkur annar eina fjórðu, um tað er so, at tey einsamøll selja akkurát tað slagið av íløtum.

Tað vil í grundini siga, at brúkararnir, sum í grundini áttu at verið tey, sum eru í fokus, viðhvørt standa í longum bíðirøðum, tí tey mugu rótað runt í posanum eftir tí, sum skal latast inn, og so fara víðari til tann næsta.

Jú, men vit kunnu bara skilja tað, áðrenn vit koyra tað í posar, sigur tú kanska, og tað er eisini púra rætt.

Tað hava nøkur pláss til, men tað hava onnur ikki, og so endar tað sum tað so ofta endar, at alt fer í sama posa, og vit vakna ikki fyrr enn vit skulu “avreiða” íløtini. Tað kann væl vera, at dovinskapur er ein orsøk, men álvaratos, eiga vit sum samfelag ikki at kunna finna út av at gera eina felags pantskipan, uttan at tað skal taka hundrað ár at fáa hana upp á beinini?

Eg meini so við, tað eru meira enn hálvthundrað ár síðan vit sendu fólk upp á mánan, og fingu tey niður aftur á jørðina í livandi líki, og føroyska samfelagið hevur uppfunnið krúllutar skipanir, sum loysa øgiliga nógvar og undarligar uppgávur, áttu vit so ikki tá eisini at kunna uppfunnið EINA skipan har vit kunnu avgreiða øll íløt?

Tað er altíð áhugavert at lesa hagtøl, og tað er tað eisini, tá vit lesa hagtølini yvir nýtsluna av einnýtisíløtum. Tey vísa, hvussu nógv fleiri einnýtisíløt vit brúka í dag samanborið við í 2008, tí tað er næstan talan um eina seksfalding.

Tað, sum eisini er áhugavert í hesum tølunum er, at tað virkar sum, at tað er eitt fast tal av íløtum, sum ikki verður latið innaftur. Vit vita ikki hvør orsøkin er, men vit vita at umleið ein millión íløt vera ikki latin innaftur. Hvørt ár. Tað kann vera tí, at fólk skulu brúka tey, men tað kann eisini vera tí, at tey bara verða tveitt burtur.

Og so eru vit við tann seinasta spurningin, sum myndugleikarnir eisini eiga at taka støðu til, tá tað einaferð verður farið í holt við hetta málið. Tí verða íløtini tveitt burtur, ja, so hava vit ein dálkingartrupulleika, og tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at vit hava eina “returskipan” ella eina pantskipan.

Tí er tað hugaligt at síggja, at tað nú tykist lýsna fyri degi, vónandi fáa vit eina skipan til gagns fyri okkum øll.