Oddagrein: Takið nú ábyrgd!

Hvør skal koppsetast og nær? Tað er tann seinasti spurningurin, sum hevur stungið seg upp, eftir at myndugleikarnir hava fingið fatur á vaccinuni, sum skal tryggja, at vit kunnu lata landið heilt uppaftur og at vit sleppa út aftur at ferðast, tá restin av heiminum fer at krevja, at tú skalt vera koppsettur fyri at kunna seta fótin á fremmanda jørð

Sveinur Tróndarson
4. mars 2021 kl. 17:00

Hvør skal koppsetast og nær? Tað er tann seinasti spurningurin, sum hevur stungið seg upp, eftir at myndugleikarnir hava fingið fatur á vaccinuni, sum skal tryggja, at vit kunnu lata landið heilt uppaftur og at vit sleppa út aftur at ferðast, tá restin av heiminum fer at krevja, at tú skalt vera koppsettur fyri at kunna seta fótin á fremmanda jørð.

Javel, nú gjørdu myndugleikarnir eina vaccinatiónsætlan, sum er knýtt at tí veruleika, at vit fáa ókeypis koppingarevni úr Danmark, og tey sum geva gávuna hava gjørt av, at teir skamtirnir, sum vit fáa eru útmáldir í lutfalli til fólkatali eftir sama leisti sum í Dnamark.

Tað vil í stuttum siga, at vit kunnu vænta at vera liðug at koppseta teir umleið 53.000 føroyingarnar samstundis sum allir danirnir eru koppsettir.

Ein spurningur er so, um tað var neyðugt at vit partú skulu fylgja neyvt somu tíðarætlan sum danir fylgja.

Vit vita væl, at vit sleppa undan at gjalda, tí danir hava valt at geva okkum vaccinuna, men hvat nú, um vit sjálvi høvdu tikið ábyrgd á tí økinum? Hevði tað verið møguligt hjá okkum at fingið ta nøgd, sum vit hava brúk fyri, og á tann hátt skjótari kunna vaccinerað allar føroyingar?

Úrslitið av tí skipan, sum myndugleikarnir hava valt er, at har mátti gerast ein vaccinatiónsætlan, sum av tí sama kom at ganga seinni enn hon kundi havt gjørt, um vit sjálvi tóku ábyrgd fyri hesum øki.

Og tá vaccinatiónsætlanin verður brotin, sum hon so týðiliga er í hesum føri, ja, so øsir tað fólk óneyðugt.

Men er tað í grundini ikki sami sangur, sum vit aftur og aftur hava hoyrt í samband við alla koronatilgongdina?

Sannleikin er faktiskt, at vit síðan mars mánað í fjør sum samfelag hava klárað okkum einastandandi væl. Vit hava bankað smittutølini niður aftur meira enn einaferð, og tað hava vit gjørt, sjálvt um tað hevur verið møguligt hjá útlendingum at koma inn í landið.

Hví?

Tí vit hava havt eina góða kanningarskipan, eina góða greiningarskipan og eina góða smittusporing, sum hevur tryggjað, at fólk eru farin í sóttarhald. Onkur er slett ikki farin, og so hava fólk staðið og peikað!

Tað gera tey aftur nú, og hesaferð er tað, tí tað er kleyvarskapur uppi í.

Ikki frá teimum, sum eru vaccinerað, men frá teimum embætisfólkum, sum hava brotið kunngerðina. Tey hava fingið eina átalu fyri tað, men ta størstu átaluna eiga politikararnir fyri ikki at taka ábyrgd fyri tí sum tit eiga.

Tað sømir seg ikki at spara nakrar fáar milliónir bara tí man kann. Onkuntíð sparir man eftir reyv, og teirri kensluni eru tað nógv okkara, sum stand við í dag. Tað var óneyðugt!

Sitat:

Tað gera tey aftur nú, og hesaferð er tað, tí tað er kleyvarskapur uppi í.

Ikki frá teimum, sum eru vaccinerað, men frá teimum embætisfólkum, sum hava brotið kunngerðina. Tey hava fingið eina átalu fyri tað, men ta størstu átaluna eiga politikararnir fyri ikki at taka ábyrgd fyri tí sum tit eiga