Oddagrein: Tað hava vit lært av korona

Eitt ár hava vit nú gingið og krógva okkum fyri einari sjúku, sum kom sum tjóvur á nátt inn á okkum

Sveinur Tróndarson
15. apríl 2021 kl. 15:45

Eitt ár hava vit nú gingið og krógva okkum fyri einari sjúku, sum kom sum tjóvur á nátt inn á okkum.

Ikki tí, vit eru sloppin heilt óalmindiliga væl undan øllum stongsli, um vit samanbera við okkara grannalond. Gaman í var landið meira ella minni hermetiskt afturlatið fyrstu vikurnar eftir, at smittan var komin til landið, og akkurát í byrjanini var tað nokkso skilligt, tí vit vistu millum lítið einki um, hvat hetta var fyri nakað.

Myndirnar, sum vit sóu, og frágreiðingarnar, sum vit hoyrdu úr londunum kring um okkum vóru so ótespiligar, at tað var einki at siga til, at fólk gjørdust bangin og sóu trøll á alljósum degi.

Tað, sum síðan er hent er, at vit hava fingið skilið aftur, og eru komin eftir, at støðan er ikki so álvarsliga kortini. Jú, sjúkan kann hava avleiðingar, men er tað harvið neyðugt at stongja alt landið – ella allan heimin?

Nei, tað er tað ikki, og tá tað er sagt, so eru eisini viðurskifti, sum heilt einfalt ikki hanga saman við øllum ræðusøgunum, sum meira ella minni eru skotnar niður síðan byrjan.

Longu seinasta summar gjørdu vit vart við, hvussu vánaligt tað politiska samskiftishandalagið var. Tí tað var akkurát tað sum tað var. Til tíðir so vánaligt, at tað slett ikki var til staðar.

Hyggja vit so eftir teimum politisku avgerðunum, so hava tær heldur ikki verið nakað serligt at reypa av, tí heldur enn at lata landskassan hjálpa til, so hava politikararnir latið borgararnar rinda sjálvir.

Tá vit so komu til vaccinuna leyp ketan heilt av.

Enn einaferð hevur tann føroyska undirbrotligheitin blendað okkum øll, tí hví í himmalsins navni hevur tað verið neyðugt at krøkja okkum uppí danir á hesum øki?

Føroysku myndugleikarnir hava fyri langari tíð síðan yvirtikið heilivágsøki frá dønum, og tí átti tað verið ein sjálvfylgja, at vit sjálvi skipaðu fyri at fáa vaccinuna til vega.

Men fyri ikki at oyðileggja tann góða stemningin, valdi landsstýrismaðurin at siga ja takk til danska tilboðið um nakrar fáar milliónir av ókeypis vaccinu.

Vita tit ikki av, at føroyingar sjálvir saktans kundu havt útvega okkum teir fáu skamtarnar, sum vit skuldu hava? Tað hevur borið til fyrr, og tí hevði tað sjálvandi borið til aftur.

Men, nei, soleiðis skuldi ikki ver.

Og hvør var avleiðingin?

Jú, at vit bara hava fingið nakrar heilt fáar skamtar hvørja ferð, og tí tekur tað nógvar mánaðir at vaccinera tær fáu sálirnar, sum skulu vaccinerast. Mær kunnugt kundu føroysku heilsustarvsfólkini sum einki vaccinera heila buntið eftir minni enn einum mánað, og skuldu fólk prikast tvær ferðir, ja, so hendi tað sama enn einferð.

So hava vit lært nakað sum helst, so eigur tað í øllum førum at vera, at vit sjálvi skulu taka ábyrgdina av okkara egna fólki. Og ikki lata nakran annan gera tað.