Oddagrein: Sundurskiljing við skili

Skal SEV skiljast sundur ella skal tað ikki. Og skal Føroya Tele skiljast sundur ella skal tað ikki. Bæði tvey eru spurningar, sum hava verið uppi í eina tíð, og tað hava teir eisini verið, serliga síðan henda samgonga tók við

Sveinur Tróndarson
27. august 2020 kl. 16:30

Skal SEV skiljast sundur ella skal tað ikki. Og skal Føroya Tele skiljast sundur ella skal tað ikki. Bæði tvey eru spurningar, sum hava verið uppi í eina tíð, og tað hava teir eisini verið, serliga síðan henda samgonga tók við.

Ein orsøk er, at bæði netini eru nevnd í samgonguskjalinum hjá samgonguni, sum tók við eftir valið í september í fjør.

At skiftandi samgongur hava skiftandi mál, er einki nýtt, og tað er eisini ymiskt, hvør tekur undir við teimum ætlanum, sum tær ymsu samgongurnar hava. Soleiðis er politiska spælið, og politiska kósin skiftir við rákinum.

Nú hava vit so eina høgravenda samgongu, sum hevur sett sær fyri at skilja el- og telenetini frá teimum feløgum, sum tey nátúrliga hava verið partur av síðan stovnan, og tað kann hvør einstakur so halda um, sum hann vil.

Seinastu vikurnar hava vit við nógvum ymiskum greinum lýst hetta evnið, og eisini her hevur tað verið sjónligt, at sjónarmiðini eru ymiskt.

Í dag hava vit so eina samrøðu við nevndarformannin í SEV, sum er óvanliga bersøgin um støðuna á tí marknaði, sum hann varðar av.

Eftir hansara tykki spælir landsstýrið hasard, ikki bara við SEV, men eisini við pengunum hjá kommununum og hjá brúkarunum, tí ein sundurskiljing kemur av hava stóran eykakostnað við sær. Upp í fleiri 100 milliónir krónur, sigur nevndarformaðurin hjá SEV.

Nú er tað sum so ikki nakað, sum Dimmalætting nýtist at hava støðu til. Tað, um tað er rætt ella skeivt at skilja net og framleiðslu sundur.

Tað lata vit onnur um.

Tað, sum vit tó hava eina meining um er, at skal ein avgerð takast um hesi viðurskifti, so má hon takast á tryggum grundarlagi. Eisini á tryggum fíggjarligum grundarlagi.

Í greinini í dag hevur nevndarformaðurin í SEV at Helga Abrahamsen fyri at brúka skeiv tøl í kjakinum, tá hann skal grundgeva fyri, hví tað er rætt at skilja net og framleiðslu sundur.

Í kjaki í KvF fyri einari viku síðan segði landsstýrismaðurin, at tað fer at kosta millum sjey og átta milliardir krónur at gera tær grønu útbyggingar, sum skulu til fyri at røkka málsetninginum um at bara – ella næstan bara – at brúka grøna orku í 2030, og tað klárar SEV ikki einsamalt.

Hetta tal er ikki rætt, sigur nevndarformaðurin í SEV, tí talið er lægri enn tríggjar milliardir og tað klárar SEV.

Er tað rætt, sum nevndarformaðurin í SEV sigur, so er tað ikki bara óheppið, um landsstýrismaðurin við orkumálum brúkar skeiv tøl. Tað er so skeivt sum tað kann vera.

Í okkara hugaheimi hevur tað stóran týdning, at tá politiskar avgerðir skulu takast, so vera tær tiknar á so røttum og væl upplýstum grundarlagi, sum yvirhøvur tilber.

Tað er í grundini bara eitt minstakrav.

ST