Oddagrein: Ryggsvimjing

Ryggsvimjing. Internetið gloymir ikki. Tikin við buksunum niðri. Góða mamma tað var ikki eg…Klisjéirnar, sum vit í dag kunnu brúka um útsagnirnar hjá Honnu Jensen, fyrrverandi løgtingsumboði fyri Framsókn og, ikki minst, fyrrverandi mentamálarfrúa fyri sama flokk, standa meira ella minni í kø

Sveinur Tróndarson
12. mai 2021 kl. 17:07

Ryggsvimjing. Internetið gloymir ikki. Tikin við buksunum niðri. Góða mamma tað var ikki eg…

Klisjé-irnar, sum vit í dag kunnu brúka um útsagnirnar hjá Honnu Jensen, fyrrverandi løgtingsumboði fyri Framsókn og, ikki minst, fyrrverandi mentamálarfrúa fyri sama flokk, standa meira ella minni í kø.

Soleiðis er tað aðrastaðni, og soleiðis er tað eisini í Føroyum. Tí hevur tú sagt nakað alment, so hongur tú – meira enn – eitt sindur uppá tað.

Um dagarnar gjørdist tað greitt, at nýggi rektarin á Miðnámi í Kambsdali hevur verið aktivur kjakari í bólkinum Føroyar Vakna, sum sambært egnari lýsing er “ein opin bólkur fyri fólk, ið eru byrjað at seta spurnartekn við og um tað passar tað vit hoyra í main-stream miðlunum”.

Hevur verið, tí eftir at Dimmalætting byrjaði at róta í málinum, byrjaðu viðmerkingarnar hjá henni at hvørva. Og nú eru tær allar burtur.

Tað er kanska einki at siga til, tí absolutta høvuðsevnið í hesum bólkinum fyri tíðina er koppsetingin móti korona og – møguligar – avleiðingar av henni.

Møguligar, tí í bólkinum verður róð framundir, at tað eru avleiðingar, og tað verður víst til greinar ymsastaðni frá.

Tað trupla við tí er bara, at man lættliga kann seta spurnartekn við innihaldið í greinunum og upptøkunum, sum víst verður til. Og tað er ikki bara tað, at man lættliga kann. Eftir okkara tykki eigur man, sum í øllum øðrum lívsins viðurskiftum, at seta spurnartekn við innihaldið.

Serliga, tá man ikki við vissu veit, um keldan sjálv er álítandi.

Og tað er her vit halda, at ketan loypir av hjá Honnu Jensen.

Tí hon er ikki hvør sum helst.

Eitt er, at hon hevur verið løgtingsumboð, men tað í sjálvum sær er ikki nøkur trygd fyri nøkrum sum helst.

Eitt annað er, at hon hevur verið mentamálafrúa, men heldur ikki tað forðar henni at hava sínar egnu privatu meiningar um øll lívsins viðurskifti.

Tað, sum tó eftir okkara tykki er meira enn óheppið er, at hon er rektari á einum miðnámsskúla, sum útbúgvir okkara ungu fólk, so tey millum annað eru til reiðar at fara út í heim at nema sær víðari útbúgving, so tey kunnu hjálpa heiminum í komandi tíðum.

Tá – halda vit – hevur tú skyldu til at vara tín munn.

Vit hava ongan rætt til at forða fólki at gera sær sínar egnu meiningar, og tí fara vit heldur ikki at gera tað.

Men vit vilja fegin hava loyvi til at seta spurnartekn, tá leiðandi persónar seta síni egnu – onkuntíð, og tað var tað í hesum førum – púra ógrundaðu spurnartekn við tað, sum vísindin ger.

Tað er ikki bara óheppið. Tað er beinleiðis høvuðleyst!