Oddagrein: Ovast á breddanum aftur

Nú eru vit so enn einaferð komin á breddan í heimspressuni, og hesaferð kunnu vit altso ikki lasta nøkrum øðrum fyri tað. Hesa ferð er ábyrgdin okkara – og bara okkara

Sveinur Tróndarson
16. september 2021 kl. 17:01

Seinastu nógvu árini hava føroyingar við jøvnum millumbilum verið á breddanum úti í heimi, tí vit drepa grind.

Serliga ringt hevur tað verið, tá “umhvørvisfelagsskapir” hava valt at varpa serligt ljós á okkum, og tað harmiliga er, at miðlar kring heimin tykjast svølgja tí, sum hesir felagsskapir, sum at síggja til heldur eru pengamaskinur við bláoygdum fjepparum, sum gera arbeiði fyri teir, senda út.

Hesar upplýsingar eru alt annað enn sakligar, og tí er tað beinleiðis løgið, at miðlar, sum annars vilja hava, at vit skulu taka teir í álvara, velja at brúka upplýsingarnar sum um tær vóru tað.

Tíbetur hava vit hvørja ferð klárað at víst ákoyringunum uttanífrá aftur við at vísa á, hvussu veruleikin nú einaferð er skrúvaður saman.

Vit føroyingar eru fullgreiðir um, at vit drepa ikki grind tí tað er ein traditión, og vit vita eisini, at tað heldur ikki er talan um eina árliga hending, har vit drepa grindahvalir til stuttleika.

Vit drepa grind – og springarar – tí tað er matur, og bara tí at tað er matur.

Nú eru vit so enn einaferð komin á breddan í heimspressuni, og hesaferð kunnu vit altso ikki lasta nøkrum øðrum fyri tað. 

Hesaferð er ábyrgdin okkara – og bara okkara.

Orsøkin er sjálvandi stóra springaradrápið í Skálabotni sunnukvøldið, har vit av einari ella aðrari orsøk valdu at drepa 1.423 springarar í einum høggi.

Eingin skal nakrantíð ivast í, at vit hava rætt til at gera tað, júst sum vit eisini hava rætt til at drepa grind og øll onnur djór, sum vit nú einaferð hava valt at liva av. Tí tann rættin hava vit og hann hevur løgtingið tryggja í lóg.

Men lógin forðar okkum ikki í at brúka vit og skil, og tað er tað, sum fólk seta spurnartekn við eftir tað sum hendi sunnudagin. 

Var veruliga eingin, sum hugsaði, at hetta kann fara at síggja ljótt út, um onkur sær tað?

Var veiðumannalyndi í øllum teimum, sum vóru knýtt at rakstrinum og drápinum sunnudagin, so sterkt, at heilin fullkomiliga koplaði úr?

Hyggja vit í hagtølini og í gomul bløð, sum nú eru atkomulig á netinum, so síggja vit, at føroyingar hava dripið springarar – og hvessing, sum eisini er ein delfin – heilt afturi í 1803, so tað er ikki tí, at vit ikki vita um tað. Men vit hava eisini miðlafrásagnir um, at vit hava latið springarar sleppa, júst tí tað eru springarar. 

Hevði nakað farið burturav okkum, um vit gjørdu tað sunnudagin?

Jú, vit høvdu ikki fingið springaratvøst, sum eg sjálvur eisini havi fingið. Men vit høvdu heldur ikki fingið tað ódnarveðrið, sum vit nú standa í. Tað er sjálvskapt og óneyðugt. Um tað fær avleiðingar kann bara tíðin vísa.